Vinnudagur fríggjadagin

Fyrilestrar og heiðran av ársins virki eru nøkur av innsløgunum í ársins Vinnudegi. Undirtøkan er sera stór, og fólk standa á bíðalista.
<DPTAB>    - Dagurin skal vera ein festligur dagur, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum

Aftur í ár skipar Vinnuhúsið fyri tí afturvendandi Vinnudegnum. Tiltakið er vorðið ein fastur partur á kalendarinum hjá nógvum føroyingum, sum hava tilknýti til vinnuna. Jan Mortensen er stjóri í Vinnuhúsinum:
- Vinnudagurin hevur verið á hvørjum ári síðani ár 2000. Hann verður hildin nøkunlunda á hesi tíðini hvørt ár. Undirtøkan fyri Vinnudegnum er vaksin fyri hvørt ár, og tiltakið er vorðið størri og størri, sigur Jan.
Vinnudagurin er eitt gott høvi hjá fólki, sum reka eina fyritøku, at hitta hvønn annan.
- Málbólkurin er serliga leiðslur í vinnuni. Onkrir leiðarar á einum almennum stovni verða eisini bjóðaðir við, men sum heild er tað fyri fólk, sum eru virkin í vinnuni. Dagurin er ein festligur dagur, og ikki nakað skeið. Vit skulu fáa høvi at hitta hvønn annan og fáa íblástur frá hvørjum øðrum. Vinnudagurin er eisini eitt gott høvi at hitta kundar og samstarvsfelagar og skapa sær eitt netverk, sum er so týdningarmikið í dag.
Nakrir fyrilestrar verða á Vinnudegnum. Guðfinna S. Bjarnadóttir, stjóri á lærda háskúlanum í Íslandi, Jan Ziskasen, KT-stjóri, Emilia van Hauen, samfelagsfrøðingur og leiðsluráðgevi í Indalo Institute og Elin Heinesen, blaðstjóri á KIWI Magazine koma at hava fyrilestrar.

Millum innsløgini á Vinnudegnum, verður ársins virki avdúkað og heiðrað eins og hini árini. Hendan heiðurin er nakað, sum virkini ganga uppí.
- Fólk eru spent uppá, hvat ið verður valt til ársins virki. Tað verður dúgliga gitt og tosað um, hvør man fáa heiðurin í ár. Tað er eitt ávíst marknaðarvirði í at fáa hendan heiðurin. Summir av undanfarnu vinnarunum hava nýtt tað í teirra marknaðarføring.
Tá ið ársins virki skal veljast, verður serliga hugt at úrslitinum hjá virkinum og menningini.
- Virkini, sum hava vunnið undanfarnu árini, eru sera ymisk. Felags fyri tey øll er, at tey hava fingið góð úrslit og hava ment seg væl. Tey hava dugað at lagt seg eftir einari grein og verið góð til tað, sum tey fáast við.
Tað er eitt dómarapallborð, sum velur vinnaran. Í pallborðinum sita tvey umboð fyri peningastovnar - eitt frá Føroya Sparikassa og eitt frá Føroya Banka -, eitt fyri Vinnumálastýrið, eitt fyri Menningarstovuna og tvey umboð fyri vinnuna - Jan Mortensen fyri vinnuhúsið og vinnarin undanfarna árið, sum í ár er Eirikur á Húsamørk frá Faroe Marine Products í Leirvík.
Vinnararnir hini árini vóru:
- Havsbrún, 2000
- Skipasmiðjan, 2001
- Vónin, 2002
- Vaðhorn Seafood, 2003
- Reyni Service, 2004
- Faroe Marine Products, 2005
Undirtøkan er vaksin ár fyri ár, síðani Vinnuhúsið fyrstu ferð skipaði fyri vinnudegnum í ár 2000.
- Fyrsta árið vóru 200 fólk. Nú eru 400 fólk teknaði til, og tað passa ikki fleiri inn í Norðurlandahúsið. Tí hava vit gjørt ein bíðilista.
Vinnudagurin verður fríggjadagin 22. september í Norðurlandahúsinum.