Vinnuframagrunnurin játtað 1,2 milliónir

Á fundi 10. mars viðgjørdi Vinnuframagrunnurin 12 umsóknir, harav sjey vórðu játtaðar. Higartil í ár hevur grunnurin játtað 14 umsóknum við tilsamans 1.187.425 krónum

Stýrið fyri Vinnuframagrunnin hevði fund 10. mars 2010. 12 umsóknir um stuðul vóru til viðgerðar, og fingu 7 av hesum játtaðan stuðul. Tilsamans vórðu 580.425,00 krónur játtaðar. Tað varð á fyrsta sinni játtaður stuðul til nýggju stuðulsskipanina 6.1. – Cleantech.
Higartil í ár eru knappar 1,2 milliónir krónur játtaðar úr Vinnuframagrunninum, sum umsitur 5,25 milliónir at lata í stuðuli í 2010.
Vinnuframagrunnurin fegnast um stóra talið av umsóknum og fyrispurningum, ið koma til Vinnuframagrunnin, og er hetta í samsvar við ætlanina hjá stýrinum at gera Vinnuframagrunnin sjónligari og sostatt atkomiligan hjá íverksetarum og vinnulívi í Føroyum.
Stýrið hevur lagt seg eftir serliga at leggja dent á at stuðla sølu og marknaðarføring í 2010.

Uttanríkisráðið 54.000 Messuluttøka (Boston Seafood Show)
Guðrun&Guðrun 23.000 Messuluttøka
CoastZone North Atlantic 250.000 Menning av ferðatilboði
Etika 250.000 Sølufremjan í Keypmannahavn
DISM 10.000 Íverksetan – víðkan av kapitali
Lone Grønborg 10.000 Íverksetan – ráðgeving áðrenn byrjan
JPF Invest 10.000 Íverksetan – ráðgeving áðrenn byrjan
Andrias Jacobsen 60.000 Kanningarætlanir
Eivør Management 100.000 Marknaðarføring
Jógvan Andrias Joensen 40.500 Innivist 8 ½ mánað
MP Teknikk 6.750 Innivist 1 ½ mánað
Havbúnaðarfelagið 122.025 Marknaðarføring
MEST 36.000 Messuluttøka ESE Brússell
Orka & Tøkni 215.150 Menning av prototypu – vørumenning

Hvør søkja kann
Inni á heimasíðuni hjá Vinnuframagrunninum sæst eitt nú hvør kann søkja um stuðul frá grunninum. Reglurnar eru hesar:
Studningur sambært stuðulsskipanum grunsins kann einans játtast føroyskum fyritøkum. Studningur kann tó játtast øðrum enn fyritøkum sambært stuðulsskipan 2.1 og 5.1 (sí hesar) og tá talan er um samstarv millum fyritøkur (sí undir "Samstarv millum fyritøkur" til høgru).
Við "fyritøku" skal í hesum sambandi skiljast juridisk eind - partafelag, smápartafelag, einstaklingavirki (firma) e.a., ið virkar á handilsligum grundarlag.
Vanliga verður kravt, at fyritøkan hevur havt veruligt virksemi, ið er viðkomandi fyri verkætlanina, sum studningur verður søktur til. Um studningur verður søktur í sambandi við nýstovnan av fyritøku ella til fyritøku, sum bert hevur verið virkin stutta tíð, kann grunnurin krevja at fáa virkisætlan fyri fyritøkuna, og at øll týðandi viðurskifti hjá fyritøkuni eru greið, herundir leiðslu- og kapitalviðurskifti.

Samstarv millum fyritøkur
Um fleiri fyritøkur samstarva um eina verkætlan, skal vera upplýst um hetta í umsóknini. Tað er fyritøkan, ið hevur leiðsluna av samstarvinum, ið skal søkja um studning, og sum fær studningin útgoldnan. Fyritøkur kunnu tó eisini velja at lata uttanfyri standandi fyritøku ella felag samskipa verkætlanina og søkja um studning.
Um samstarvað verður við útlendskar fyritøkur, kann studningur verða játtaður til tann føroyska partin av verkætlanini. Umsóknin skal vera uppsett sambært hesum, men skal eisini lýsa samlaðu verkætlanina.
Við at hyggja at listanum yvir lætnar játtanir sæst, at tað í stóran mun eru marknaðarføring og messuluttøka, ið grunnurin leggur seg eftir at stuðla.