- Grunnurin Vinnuframi eigur sum skjótast at verða oyramerktur til stimbran av vinnulívi í útoyggjunum, sigur borgarstjórin á Sandi, Brandur Sandoy.
Hesin grunnurin, sum áður kallaðist Vinnuframagrunnurin, eigur somuleiðis, sambært Brandi, at gera sítt til menning av servørum og ferðavinnu í útjaðaranum. Neyðugt er tí eisini, at viðtøkurnar verða broyttar samsvarandi.
- Gjørligt skal vera hjá fólki og fyritøkum í útjaðaranum, ið ganga við góðum hugskotum, at søkja sær stuðul og fígging úr hesum grunni, slær borgarstjórin fast.
- Miðstaðarøkið hevur ikki sama tørv á hesum grunni, tí at fíggingarmøguleikarnir í miðstaðarøkinum eru nógv betri enn teir eru í útjaðaranum.
Í eini grein á Sandoyarportalinum vísir hann á, at hetta kundi verið við til at bjarga oyggjum sum Skúgvi, Mykinesi, Fugloynni og Svínoynni, sum í dag hava heilt óhoyrdar trupulleikar at dragast við.
- Tað sigur seg sjálvt, at tað er ikki serliga liviligt á útoyggjunum, tá eitt nú tað at fáa olju til vega fyri at halda hitan skal vera tað, sum fyllir dagligdagin hjá hesum fólkum.
- Eisini hevði hetta kunnað minkað um fráflytingina úr teimum økjunum, sum liggja nærri miðstaðarøkinum enn útoyggjarnar. Men mest av øllum høvdu vit sum land kunnað lyft høvdið yvirfyri umheiminum og sagt, at vit veruliga hava tikið eitt tak fyri útjaðaranum, heldur altso Brandur Sandoy.