VInnuhúsið gjørt ferð til Hetlands

Í døgunum 24.-25. september vóru umleið 35 fólk, ið umboða vinnulívið í Føroyum á ferð í Hetlandi. Hendan ferðin varð gjørd fyri at kanna, hvussu vinnulívið í Hetlandi er - eisini í sambandi við olju.

 

Vinna


Mánamorgunin 24. september fóru 35 føroyingar við leiguflogfari til Hetlands. Við á ferðini vóru føroysk virkir, umboð frá oljumálastýrinum, umboð frá Vinnuhúsinum og tvey vóru umboðini frá Tórshavnar Kommunu.

Malan Johansen frá Vinnuhúsinum greiðir frá:

? Tá vit komu niður vóru vit móttikin av Shetland City Council. Tey fortaldu okkum eitt sindur um Hetland, og hvussu tað varð skipað. Síðani fingu vit høvi at seta spurningar.

Malan Johansen sigur, at tað tey fingu fortalt um Shetland minti ógvuliga nógv um Føroyar í 80'unum.

Føroyingarnir fingu eisini møguleika at greiða frá Føroyum og viðurskiftunum her uppi. Síðani varð koyrt til Sullum Voe. Sullum Voe er staðið har oljan kemur á land frá oljuøkjunum har um leiðir.

Síðani varð koyrt aftur til Lerwick, har føroysk virkir fingu møguleika at møta hetlendskum virkjum.

Um kvøldið bjóðaði Shetland City Council til døgurða, og longu týsmorgunin 25. september um 10 tíðina vóru vinnufólkini aftur í Føroyum.

? Tosað varð um, at fáa hetlendingarnar til Føroya seinni, men fyribils hevur tað ikki verið meira enn tos, sigur Malan Johansen.