Vinnuhúsið í víggi

Arbeiðsgevarar halda, at teir sjálvir eru teir bestu til "at skipa loysnir, sum tryggja eina virknaðbrúkaravernd", og tí halda teir ikki tað er neyðugt viðslíkum nýggjum brúkarapolitiskum tiltøkum, sum Javnaðarflokkurin mælir til.

 

Hans Pauli Strøm

løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin

????????????????????????????


Javnaðarflokkurin hevur gjørt eitt fullfíggjað álit um brúkarapolitikk og brúkarastovn. Í hesum áliti eru eisini uppskot til eina lóg um marknaðarføring og eina lóg um brúkarakærunevnd. Álitið varð sent til hoyringar og ummælis fyri knøppum mánaði síðani til viðkomandi partar, myndugleikar og áhugabólkar. Meiningin er nú at meta um innkomnu svarini, og út frá tí møguliga gera rættingar ella broytingar ílógaruppskotunum, áðrenn tey verða løgd fyri løgtingið.

Javnaðarflokkurin sendi m.a. eisini Føroya Arbeiðsgevarafelag brúkaraálitiðtil ummælis. Men samstundis sum vit fáa svarið aftur frá Arbeiðsgevarafelagnum, hava teir kunngjørt svarið á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Og brot úr hesum verða endurgivin í fjølmiðlunum, har tað ístuttum verður borið fram, at Arbeiðsgevarafelagið kolldømir brúkaraálitið hjá Javnaðarflokkinum, tí at teir halda at tey vinnurekandi sjálvi eru tey bestu til at veita brúkarunum ta tryggastu brúkaraverndina !!! Og tí er ikki neyðugt við nøkrum almennum brúkarapolitikki ella brúkarastovni ella nýggjari brúkaralóggávu.

Nú má Arbeiðsgevarafelagið halda okkum til góðar, tí vit fara ikki í eitt orðaskifti við Arbeiðsgevarafelagið enn " ikki fyrr enn vit hava viðgjørt øll tey innkomnu svarini " ikki fyrr enn vit hava gjørt møguligar broytingar í lógaruppskotunum " og ikki fyrr enn tey eru løgd fyri løgtingið til viðgerðar og støðutakan.

Tó vil eg endurgeva nøkur brot úr innganginum í álitunum, sum kunnu verða hóskandi í hesum sambandi:

"Brúkaraáhugamál í okkara brúkarasamfelag eru av so stórum samfelagsligum týdningi og raka okkum øll og alt tilfeingi okkara, at hesi mál ikki kunnu røkjast bert á privatum grundarlagi, men at politisk ábyrgd eisini eigur at verða á hesum øki..."

"Ein aktivur brúkarapolitikkur er ein politikkur sum

veitir brúkaranum tað neyðugu kunningina styrkir tann einstaka brúkaran á marknaðinum fremur krøv brúkarans og tryggjar, at brúkarin kennir sín rætt mótvegis vinnuni, og hvussu hesin rættur verður framdur í verki".

Til hetta endamálið halda vit tað er neyðugt við uppskoti okkara um ein brúkarastovn, lóg um marknaðarføring og lóg um brúkarakærunevnd.