Vinnukærunevndin, sum hevur viðgjørt eitt kærumál frá P/F Vindrøkt um vindmylurnar, sum SEV ætlandi skal seta upp í Húsahaga, hevur gjørt sína niðurstøðu.
Gurið Joensen, forkvinna í Vinnukærunevndini sigur, at tey høvdu fund i síðstu viku, og at ein avgerð varð tikin á tí fundinum.
- Men eg kann av góðum grundum ikki siga nakað um avgerðina, tí partarnir í málinum mugu fáa avgerðina at vita fyrst, sigur Gurið Joensen.
Niðurstøðan av fundinum verður reinskrivað í løtuni, og roknað verður við, at partarnir fáa avgerðina í hesari vikuni.
- Eg vænti, at partarnir fáa avgerðina áðrenn hendan vikan er farin, sigur Gurið Joensen.