Vinnukjak - nýtt á Rás2 : Bjarni og Bjørt um Norrønu

Tveir fyrrv. vinnumálaráðharrar, Bjarni Djurholm og Bjørt Samuelsen verða tey fyrstu, sum royna seg í nýggja táttinum í vinnurásini á Rás2 hvønn týsdag. Í dag kl. 16 Í kjalarvørrinum á tí sera heita kjakinum rundan um politiska og vinnuliga málinum um at bjarga Norrønu og Smyril Line undan at fara á heysin fer Vinnurásin á Rás2 í dag klokkan 16 undir eina eftirmeting av hesi søgu. Norrøna varð bjargað í evstu løtu. Tað var núverandi vinnumálaráðharri, Johan Dahl, sum legði bjargingarætlanina fyri løgtingið og sum varð samtykt, tó við einum teprum meiriluta. Í dag fer verturin Jan Müller at tosa við tveir fyrrverandi vinnumálaráðharrar, sum báðir vóru við í kjakinum og avgerðini um Norrønu. Bjarni Djurholm sat sum vinnumálaráðharri í samfull 8 ár, meðan Bjørt Samuelsen røkti starvið í góðar 8 mánaðir.

Á Vinnurásini í dag er eisini prát við Inga Sørensen, kavara, prátað verður við íslendska bókamannin Halldór Pálsson um fýra nýggjar bøkur, sum skulu vera við til at branda og profilera Útnorðurøkið, tvs. Hetland, Føroyar, Ísland og Grønland. Vinnurásin fer eisini at tosa við Jákup Jensen, sum saman við Miðlahúsinum skipar fyri spennandi seminari um leiðslu og starvsfólk í Miðlahúsinum hóskvøldið. Vinnu- og handilssrásin hjá Rás2 vitjar so eisini nýggja jólabýin í SMS.