Vinnulán upp um 5 mia kr.

Útlánið til føroyskar vinnufyritøkur hevur sett met, vísur nýggj kanning hjá landsbankanum
Í kanningini eru tó eingi hagtøl yvir útlendska fígging til føroyskt vinnulív, men hendan er tó neyvan minni í dag, enn hon hevur verið undanfarnu árini.
Á heimasíðuni sigur Landsbankin - við fyrivarni fyri vantandi útlendsku tølunum - gongdin í útlánunum kann takast sum partur av tí framgongd, ið er at síggja í búskapinum. Fyrst og fremst sum økta lánfígging til íløgur í vinnutól, men eisini til beinleiðis keyp av fyritøkum.