Vinnulívið í Eysturoy setir politikarum stevnu

Eysturoyar Vinnufelag, sum varð endurstovnað í februar í ár, fer nú av álvara undir aftur sítt virksemi. Lagt verður út við stórfundi í aulini í nýggja skúlanum í Runavík, har bæði lokal- og landspolitikarar eru bodnir við. Hetta upplýsir Rodmund Nielsen, formaður í felagnum fyri Portalinum. Hann fegnast annars um, at tað hevur eydnast at fáa lív í aftur felagið, sum nú av álvara fer at virka fyri at geva iblástur og byggja brýr millum vinnulív og politikarar. Fundurin verður mikukvøldið klokkan 19. Hoyrið eisini samrøðu við Rodmund Nielsen í vinnusendingini á Rás2 í dag millum klokkan 15 og 17.