Vinnumálaráðharrin vil endurreisa álit

Nógvu politisku umskipanirnar av ferðavinnuni gjøgnum tíðirnar hava máað av álitinum millum ferðavinnuna og politisku skipanina. Og tað er hetta álitið sum má endurreisast. Tað skrivar Johan Dahl í sínum viðmerkingum til uppskotið um at gera Ferðaráðið til eitt alment partafelag

Ingolf S. Olsen

”Føroyar hava eitt stórt poten­ti­ali sum ferða­fólka­land. Fortreytin fyri at økja um talið av ferðandi er, at fólk kenna til landið og tær upplivingar, sum eru at fáa her. Tí er neyðugt við eini effektivari og holl­ari marknaðarføring av Før­oy­um.”
Soleiðis skrivaði Johan Dahl, vinnumálaráðharri, í kro­nikk í fyrstu útgávuni av Vinnu­blað­num hjá Miðla­húsi­num, sum kom út 30. januar í ár.
Og at hann meinar nakað við tað, ber hansara nýggjasta átak á ferðavinnuøkinum boð um. Eitt lógaruppskot um at geva landsstýrismanninum heimild at umskipa Ferða­ráðið, Visit Faroe Islands, til eitt alment partafelag er nevniliga sent til hoyr­ing­­ar hjá ferðavinnuni, og enda­málið við lógini er júst effektivi­ser­ing av mark­nað­ar­­før­ing­ini.
Um hetta sigur grein 2 í lógar­uppskotinum:
§ 2. P/F Visit Faroe Islands hevur til endamáls at sam­skipa og marknaðarføra Før­oyar sum ferðafólkaland til tess at skapa vøkstur innan før­oyska ferðavinnu.

Niðurslitið álit
Men tað hevði sjálvsagt eisini borið til at hert mark­nað­ar­før­ingina, tó at Visit Faroe Islands var verðandi ein van­li­gur almennur stovnur.
So veruliga grundgevingin kem­u­r í viðmerkingunum hjá landsstýrismanninum til lóg­aruppskotið. Her endurgevur hann sera rumblutu søguna hjá Ferða­ráð­num, og niðurstøðan er ein ásannan av, at álitið hjá ferðavinnuni á politisku skipan­ina er slitið niður í legg, og almenna partafelagið skal verða amboðið at endurreisa hetta álitið.
Johan Dahl skrivar mill­um annað soleiðis í sínum við­merkingum:
“Meldurkenda gongdin í Ferðavinnuni í Føroyum sein­astu 30 árini (...), kann sigast at vera eyðkend av vantandi langskygdum æt­lan­um fyri ferðavinnuna í Føroyum. Nógvu polit­isku umskipanirnar av ferða­vinn-uni hava máað av álitinum mill­um ferðavinnuna og polit­isku skipanina.
Tað er ein fortreyt fyri menning og vøkstri inn­an ferðavinnuna í Før­oyum, at hetta álitið mill­um partarnar verður endur­reist, og at Ferðaráðið verð­ur lagt í tryggari og meiri støðug­ar karmar. Til tess at røkka hesum endamáli, eru partarnir samdir um, at tað er neyðugt at umskipa Ferðaráðið, m.a. soleiðis at frástøðan til politisku skipanina verð­ur størri, og soleiðis at Ferða­ráð­ið í størri mun kann leggja eina lang­tíð­ar mark­nað­ar­før­ingar­æt­lan í samstarvi við vinnu­na.”
Freistin hjá hoyr­ings­pørtunum at koma við við­merk­ingum til lógar­upp­skotið hjá Johan Dahl er úti í dag, og síðani gongur neyvan long tíð, áðrenn hann ber uppskotið í tingið. Tí tað skal avgreiðast í hesi ting­setuni, tað er í vár, um um­skipanin av Visit Faroe Is­lands til alment partafelag skal verað framd, áðrenn ferða­fólka­vertíðin í ár av álvara byrjar.
Lógruppskotið hjá vinnu­mála­ráðharranum hevur kjøl­festi í samgonguni, og sum tað sæst í øðrum grein­um her í blaðnum, fær uppskotið neyvan nak­ra harða mótstøðu frá and­støðu­ni heldur.