Vinnumálaráðið slept fútabanni móti Kringvarpinum

Vinnumálaráðið hevur slept fútabanninum ímóti Kringvarpinum í sambandi við upptøkur, sum Kringvarpið av misgáum fekk av samrøðu millum Helga Abrahamsen, landsstýrismann, og Herálv Joensen, aðalstjóra í Vinnumálaráðnum.

Innihaldið í samrøðuni var ein kunning frá aðalstjóranum um, at kinesiski sendiharrin í Keypmannahavn hevði verið á fundi við Løgmann, Jørgen Niclasen og Jenis av Rana. Har skuldi sendiharrin hava lagt trýst á landsstýrið um nýta tøkni frá kinesiska kt-risanum Huawei.

Um landsstýrið noktaði Føroya Tele at nýta útgerð frá Huawei, so kundi landsstýrið gloyma alt um eina fríhandilsavtalu millum Føroyar og Kina.

Tá Kringvarpið sama dag bað um viðmerking frá Vinnumálaráðnum var svarið eitt fútabann, sum var sett Kringvarpinum hálvan tíma áðrenn Dagur og Vika fór í luftina hetta kvøldið.

Eitt slíkt fútabann er fyribils. Tað skal roynast í rættinum fyri at vita, um í hesum førinum Vinnumálaráðið hevði rætt at steðga hesum tíðindum við fútabanni.

Men rættarfundurin, sum skuldi vera mikudagin, er avlýstur, tí Vinnumálaráðið ynskir ikki at gera meira við málið.

Les eisini: Hetta er tað sum Kringvarpið ikki sleppur at fortelja um Huawei

Innihaldið í samrøðuni varð kortini almannakunngjørt stutt eftir upptøkur í danska blaðnum Berlingske 12. desember í 2019.