Tað er ein rættiliga trong skrá, sum limirnir í Vinnunevnd Norðurlandaráðsins hava havt, síðani nevndin kom til landið mánadagin.
Farið var beinleiðis av flogvøllinum í Vágum til Oyri, har vitjað var á North Atlantic Biotechnology.
Síðani var farið víðari til Klaksvíkar, har Rani Nolsøe tók ímóti og greiddi frá virkseminum í Íverksetarahúsinum, áðrenn leiðin gekk á Føroya Bjór. Á veg út á Toftir aftur varð steðgað á í Gøtu Kirkju, áðrenn farið var umborð á Norðlýsið. Siglt var um Nólsoy til Havnar, og fylgið fekk døgurða umborð.
Í gjár var fyrraparturin nýttur í Norðurlandahúsinum, har stjórin, Niels Halm, greiddi frá um húsið og um virksemið. Norðurlandahúsið var eisini kamur um nevndarfund, og eftir matarstegð gekk leiðin oman í Uttanríkismálaráðið, har greitt var frá um støðu Føroya í ríkisfelagsskapinum, heimastýrislógina og líknandi.
Um kvøldið var døgurði í Kirkjubø, har vitjað eisini var í kirkjuni og katedralinum.
Í morgun var víst runt í Tinganesi og á Reyni, og eftir eina vitjan hjá Guðrun o Guðrun var fundur við Vinnunevndina hjá Løgtinginum.
Seinnapartin var vitjað í Listasavninum, áðrenn farið var til Gásadals og síðani á flogvøllin.
Góður túrur við Norðlýsinum
Forkvinna fyri vinnunevndini hjá Norðurlandaráðnum er svenska Lisbeth Grönfeldt Bergman, og vit spurdu hana, hvar serligt var á skránni til hendan fundin.
- Ja, talan er um eina umfatandi skrá. Tað, sum vit serliga taka okkum av, er flutningspolitikkur, trygd á sjónum og eisini betri tilbúgving við vanlukkur á sjónum, eitt nú um oljudálking skuldi fyrikomið. Og tað er serliga viðkomandi nú, tá stríðst verður við eina stóra oljudálking í Meksikoflógvanum, sigur Lisbeth Grönfeldt Bergman.
Tað er serliga útbúnaður, eygleiðing og tilbúgving, sum eru týdningarmikil í sambandi við eina oljudálking.
- Men síðani er tað sjálvandi hetta at koma runt í landinum og síggja, hvat Føroyar megna at bjóða innan nýhugsan, íverksetan, kreativar verkætlanir, men eisini innan mentan, sigur Lisbeth Grönfeldt Bergman.
Tá vit hittu forkvinnuna í Vinnunevnd Norðurlandaráðsins á miðdegi í gjár, helt hon seg longu hava upplivað nógv.
- Tað er serliga siglitúrurin við Norðlýsinum, har vit fingu eina konsertuppliving – í hellinum undir Traðkinum (red) – og síðani eina ótrúliga góða fiskasuppu, tá vit komu til bygdina, sigur Lisbeth Grönfeldt Bergman.
Men eisini vitjanirnar á Føroya Bjór og í Íverksetarahúsinum høvdu gjørt inntrykk.
Sjáldan í Føroyum
Tað er eitt sindur óvanligt, at hesir fundirnir verða hildnir í Føroyum.
- Ja, teir vanligu fundirnir verða hildnir Stokkholm, Oslo, Helsingfors, Keypmannahavn ella Reykjavík. Men til tíðir halda vit okkara summarfundir aðrastaðni, eitt nú á Álandi ella sum nú í Føroyum, sigur Lisbeth Grönfeldt Bergman.
Forkvinnan er sera væl nøgd við, at tey gjørdu av at halda fundin í Føroyum. Hon heldur eisini, at tað er ein av meira hugaligu síðunum av politikki, at tú upplivir nógv og hittir nógv fólk.
- Og tú lærir so ógvuliga nógv gjøgnum fyrilestrar og við at tosa við fólk, sigur Lisbeth Grönfeldt Bergman.
Hóast ferðalagið fer av landinum seint seinnapartin er forkvinnan væl nøgd við, at tey hósst alt hava fingið tríggjar dagar í Føroyum á hesum sinni.