Vinnunevndin fund um sáttmálauppskotið

Vinnunevndin hjá Løgtinginum viðger í dag uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap, soleiðis at manning á fiskiførum undir føroyskum flaggi, sum fiska innan føroyskt sjómark ella av fiskirættindum, sum Føroyar hava tilognað sær við millumlanda avtalu, skal verða lønt sambært sáttmálum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Til fundin hevur vinnunevndin sent boð eftir fleiri pørtum, eitt nú Fiskimannafelagnum, Reiðarafelagnum, Skipara- og navigatørfelagnum og Felagnum Línubátar. Harumframt skal nevndin tosa við umboð fyri trý reiðarí umframt landsstýrismenninar Kára P. Højgaard og Jacob Vestergaard.

Javnaðarflokkurin hevur skotið upp, at tær broyttu reglurnar skulu koma í gildi tann 1. juli í ár.