Vinnunevndin tekur undir við færri fiskidøgum

Meirilutin í Løgtingsins vinnunevnd mælir til at skerja fiskidagarnar tvey prosent, og at dagarnir á Bankanum verða 15 prosent færri. Meirilutin, sum eru umboðini hjá samgonguflokkunum, eru eisini samdir um, at øll vinnulig veiða við línu inni á firðum og sundum út á ein fjórðing úr landi verður bannað í mai, juni og juli.

Men samgonguumboðini taka hinvegin ikki undir við at banna øllum fiskiskapi tvær vikur um ólavsøkuna og tvær vikur á jólum, soleiðis sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, ætlar. Meirilutin heldur, at bannið eigur at vera frá 20.apríl og 14 dagar fram, tá gýtingin er liðu, og tey mæla frá at dagar, sum verða brúktir til at fiska gulllaks, verða tiknir av fiskidøgunum.

Tjóðveldisflokkurin í vinnunevndini mælir til at skerja fiskidagarnar fýra prosent og dagarnar á Føroya Banka 25 prosent. Flokkurin mælir eisini til at stytta veiðutíðina á Føroya Banka og umhugsa at steðga øllum fiskiskapi har í eitt ella tvey ár.