Fiskidagar
Vinnunevndin hevur lagt álit fyri løgtingið um fiskidagar, og úrslitið er, at nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta, sum er umboðini fyri samgonguna – og tveir minnilutar, sum ávikavist eru umboðini hjá Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkinum.
Meirilutin í vinnunevndini vísir í fyrsta lagi til uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, sum hevur mælt til, at fiskidagatalið í komandi fiskiári verður skert við 5% fyri allar bólkar í mun til dagatalið í fiskiárinum 2008/2009.
Aftrat hesum hevur landsstýrismaðurin mælt til nakrar nýggjar friðingar á landgrunninum, eins og friðingarnar av Føroyabanka halda fram við undantaki av, at loyvt verður útróðrarbátum í bólki 5 at royna avmarkað dagatal við snellu, snøri ella tráðu.
Landsstýrismaðurin hevur skotið upp, at øll línuveiða verður bannað ein fjórðing úr landi í eitt ár, eins og markið hjá línuflotanum verður flutt úr 6 fjórðingum úr landi og út á 7,5 fjórðingar. Eisini mælir landsstýrismaðurin til, at meskavíddin í hjáveiðiposanum hjá trolbátum, sum royna innanfyri 12 fjórðingar, verður økt úr 180 mm upp í 250 mm.
Seigpíning av vinnu
Meirilutin í vinnunevndini vísir á, at fiskiflotin er vorðin ov stórur og ávirkast harafturat mest av umstøðunum í havumhvørvinum. Í so máta er flotin eisini sárbærur.
- Vit eru samd um, at hetta við at skerja dagar í tíð og úrtíð er ov fyrilitaleyst og er við til at seigpína vinnuna. Eisini eigur politiska skipanin at tryggja, at vinnan hevur møguleika at gagnnýta samlaða tillutaða dagatalið, at summir partar av vinnuni ikki kunnu liggja inni við ónýttum døgum, meðan aðrir ikki hava møguleika at ogna sær neyðugar dagar til vælriknan rakstur.
Í stuttum tekur meirilutin í vinnunevndini undir við landsstýrismanninum um at skerja fiskidagarnar í øllum veiðibólkum við 5%, samstundis sum mælt verður til, at aðrar ásetingar í fiskiveiðiskipanini, sum landsstýrismaðurin skjýtir upp, verða framdar.
Tjóðveldi minniluti
Tjóðveldi vísir í sínum minnilutauppskoti, at okkara fiskivinna er í sera álvarsamari støðu, har stórur partur av flotanum hevur ilt við at bera seg, eins og fiskivinnan á landi heldur ikki kastar nógv av sær.
- Hjá fleiri fiskastovnum er støðan hættislig, serstakliga hjá toskastovninum, sum eingin í løtuni veit, hvørt hann fer at koma fyri seg aftur ella ikki. Minnilutin harmast stórliga, at tað heldur ikki hesaferð verða tikin mundadygg stig fyri av álvara at loysa teir trupulleikar, okkara høvuðsvinna er í og vil leggja eitt burðardygt grundarlag undir fiskivinnuna.
Tjóðveldi ynskir at fylga fiskifrøðiligu tilráðingini hjá Havstovuni og mælir í høvuðsheitum til, at fiskidagarnir hjá húkaflotanum og trolbátunum verða skerdir við 50%, og at dagarnir hjá partrolarum verða skerdir við 20%. Haraftrat skal haldast fast um friðingarnar av Føroyabanka.
- Vit hava ilt við at skilja, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tykist lurta eftir øllum øðrum enn tí stovni, ið átti at verið høvuðsráðgevi hansara. Enn meira ørkymlandi er tað, at sitandi samgonga stuðlar hesum politikki hjá landsstýrismanninum, sum higartil hevur sent tey signal, at hann ikki ætlar at taka tey stóru fetini fyri at fáa alla okkara høvuðsvinnu aftur á beina kós. Hetta er í stórari andsøgn til føgur orð um burðardygga veiðu í ólavsøkurøðu løgmans, siga umboð tjóðveldisins, sum halda, at neyðugt er at gera eitt skifti í fiskivinnupolitikkinum.
Umboðini siga seg ikki vera í iva um, at tað er alneyðugt at taka stór stig til tess at tryggja eina burðardygga gagnnýtslu av eitt nú toski og hýsu.
- Hóast svárt í stutttíðarmáli, so verður hetta ein tann besta politiska langtíðaríløga, skipanin yvirhøvur kann gera, heldur Tjóðveldi.
-
Sjálvstýri minniluti
Annar minniluti í vinnunevndini er umboðið hjá Sjálvstýrisflokkinum, sum í stuttum mælir til óbroytt fiskidagatal í fiskiárinum 2009/2010.
- Vit halda, at fiskidagaskipanin er ein góð skipan, um ásetingarnar verða hildnar og neyðugar reguleringar verða gjørdar í fiskidøgunum fyri ymisku skipabólkarnar. At skerja fiskidagarnar við sama prosentparti fyri allar skipabólkar til tess at verja ávísar fiskastovnar uttan mun til, um skipini veiða av fiskastovni, sum er betur fyri, er ikki haldbart. Teir, sum veruliga dríva fiskiskap og gagnnýta allar dagarnar, verða hart raktir. Somuleiðis heldur prosentvísi niðurskurðurin lív í spekulasjónsssølu av døgum og kvotu, ið tyngir raksturin enn meiri.
Sjálvstýrisflokkurin vísir á, at tað er ein trupuleiki, at tilráðingarnar frá tilmælandi pørtunum liggja so fjart frá hvørjum øðrum og vísir í hesum sambandi til tilmælini hjá Havstovuni og fiskidaganevndini.
- Skulu politikarar taka ráðini til eftirtektar og fylgja tilmælunum krevst, at tey eru samskipað, sigur umboðið hjá Sjálvstýrisflokkinum.
Umboðið heldur eisini, at Havstovan fer ov vítt, tá hon mælir til, at bátar við B-fiskiloyvi ikki skulu hava loyvi at avreiða.
- Stovnurin eigur bert at koma við sínum fakligu tilmælum til politisku skipanina. Hvør og hvussu veiðast skal, er ein reint politiskur spurningur, sum sjálvsagt skal avgerast og avgreiðast á røttum stað, sigur umboðið hjá Sjálvstýrisflokkinum í vinnunevndini.
Umboðið mælir eisini til, 1) at friða gýtingarleiðirnar úr klettinum út á 200 metra dýpi í gýtingartíðini, 2) at loyva royndarfiskiskapi eftir havtasku á ymiskum leiðum, 3) loyva royndarfiskiskapi eftir hvítingsbróðri 4) at neyvt eftirlit verður við hjáveiðini hjá pelagisku skipununum, ið veiða í føroyskum sjógvi og 5) at betra møguleikan hjá Fiskiveiðieftirlitinum fyri eftirliti, og herða revsingina fyri brot á reglurnar.