Vinnuprát fyri handils- og ferðavinnu í Vági

Tosað verður millum annað um cruiseferðavinnu, ferðavinnuárið, og hvussu árið, sum fór, hildnaðist

Hóskvøldið hin 13. mars, sum er hóskvøldið komandi, bjóðar Miðlatún handils- og ferðavinnuni í Vágs kommunu til prát.

 

Tiltakið byrjar hetta kvøldið klokkan 20.

 

- Tosað verður millum annað um cruiseferðavinnu, ferðavinnuárið, og hvussu árið, sum fór, hildnaðist, siga tey í Vágs kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at hetta verður fyrsta skeiðið av tveimum vinnuprátum í ár, og øll í Vági eru vælkomin at luttaka.