Vinnurás við samrøðum úr Íslandi

Eins og Føroyar høvdu ein svartan 6. oktober, sum var í 1992, so hava íslendingar nú teirra svarta 6. oktober. Endursenda vinnurásin á Rás2 kl. 14 í dag hevur Ísland sum tema Hesin dapri 6. oktober kom í ár, tá íslendska stjórnin mátti inn og bjarga landsins bankakervi ímóti at fara av knóranum.

Í vinnurásini á Rás2, sum verður endursend klokkan 14 í dag, og sum Kári Mikkelsen leggur til rættis, skulu vit hoyra samrøður við íslendingar og føroyingar fyri at vita, hvussu teir uppliva kreppuna.

Tey, sum luttaka í sendingini eru føroyski vinnulívsmaðurin í Íslandi, Gunnar Justinussen, íslendski vinnulívsmaðurin, Fridrik Brekkan, Geir H. Haarde, forsætisráðharri, føroyska sendikvinnan í Reykjavík, Gunvør Balle, íslendska tíðindakvinnan á Morgunblaðnum, Camilla Aradóttir og eitt íslendskt-føroyskt par, Elspa og Kristin Hauksson, sum búgva í Kopvági beint uttanfyri Reykjavík.