Annfinn Brekkstein
valevni fyri Sambandsflokkin til býráðsvali
Tað skal vera møguligt hjá smáídnaðinum at vera við.
Nú Skarðshjalli er um at vera liðugur, og ídnaðarastykkini verða seld vinnuni, skuldi tað verið ein møguleiki hjá smáídnaðinum at fingið sín tørv nøktaðan. Her hugi eg um møguleikan at leiga ella keypt eitt vinnustykki upp á umleið 500 fermetrar.
Tað eru fleiri smáfyritøkur sum ikki hava møguleika at keypa stór ídnaðarstykki og harvið bjóða ímóti teimum stóru og væl etab-eleraðu vinnufyritøkunum í býnum. Her vildi eg meint, at kommunan skuldi borið so í bandi, at smáfyritøkur ? tað veri seg smá-entre-prenørar, lastbilaeigarar, busseigarar og maskineigarar ? fingu annaðhvørt til keyps ella leigu eitt stykki, sum hóskar teirra tørvi.
Hesar fyritøkur hava ongastaðni at vera og kunnu ikki seta síni amboð nakrastaðni ? so sum bilar og maskinur ? við tí úrsliti, at lastbilar, bussar og entrenøramboð standa, har tað ikki er loyvt.
Hesin møguleiki at fingið eitt stykki, er ein hjálp til vinnuna og samstundis ein fyrimunur fyri kommun-una, tí tá fáa vit skipað viðurskifti á hesum øki, ið gagnar bæði vinnuni og borgarunum.
Tað eru ikki allar vinnufyritøkur, ið hava fíggjarligt grundarlag fyri at keypa stór ídnaðarstykki, og tí skal tað verða ein møguleiki at leiga stykki til endamálið.
Vit hava eina vælvirkandi kommunala fyrisiting í Tórshavnar kommunu, sum hevur fullan førleika til at umsita leigustykki og harvið seta rímuligar treytir og krøv til leigustykkini.
Hesum vil eg sum valevni virka fyri!