Løgtingsgrannskoðan
Vit hava vant okkum við, at orðaskiftið í løgtinginum til tíðir er hvast og harligt. Kortini mundi orðaskiftið fríggjadagin vera óvanliga hvast. Um middagsleiti leikaði rættiliga hart á, ikki bara av røðarapallinum, men eisini ímillum løgtingslimir í salinum. Løgtingslimir gingu kykir. Summir sótu og rassaðust, aðrir gingu og strætaðu og funnu ongan frið. Illbrýnt og høvuðsskakandi gingu løgtingsfólk um gólvið, og tá summi teirra hittust í friðleysu válan síni um gólvið, fuku hásmælt og illfýsin nefs teirra millum, sum tá illir kattar av óvart í myrkri ganga seg framá hvønn annan. Tað var týðuligt, at øsing var í. Men hvørjum stóðst hendan øsing av?
Øsingin snúði seg um, hvørt landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum hevði sett fólk í starv á løgmansskrivstovuni, uttan at treytirnar fyri at starvssetan vóru uppfyltar. Almenna orðaskifti snúði seg um, hvørt formligu viðurskiftini við starvssetanunum vóru í lagi. Men óalmenna orðaskifti ímillum løgtingsfólk á gólvinum henda fyrrapartin snúði seg um, hvørt landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum hevði sett ein ókvalifiseraðan vinmann í starv, við serfrøðingaløn. Eftir málsligu samanbrestunum í tingsalinum at døma, helt undirritaði blaðmaður, at vert mundi vera at kanna, hvat var í hesum skuldsetingum.
Eg spurdi tí varaløgmann, hvat tað vóru fyri ítøkiligar uppgávur, sum hesir báðir serfrøðingarnir vóru settir at loysa.
- Nei tað fari eg ikki at siga, tí eg fari ikki at viðgera persónar, svarar varaløgmaður.
- Lønardeildin í Fíggjarmálastýrinum hevur í einum rundskrivi ásett nakrar treytir fyri, hvat krevst av útbúgving og royndum fyri at kunna vera settur sum serfrøðingur. Hvørjar kvalifikatiónir høvdu umrøddu serfrøðingar?
- Teir høvdu tær kvalifikatiónirnar sum skuldu til fyri at vera serfrøðingar, í allar hægsta grad.
- Í rundskrivinum frá lønardeildini stendur m.a. at ein serfrøðingur skal hava í minsta lagi 3 ára starvsroyndir í viðkomandi starvi ella hava samsvarandi eftirútbúgving ella dupultútbúgving. Eg havi hoyrt, at annar av umrøddu serfrøðingum ikki hevur kravdu 3 ára starvsroyndirnar. Hvat sigur tú til tað?
- Jamen álvaratos altso, hvat er meiningin við hesum her. Hví fara tit ikki út at kanna allar serfrøðingar, sum annars eru settir og fara at seta nøvn á?
- Eg eri als ikki áhugaður í at nevna nøvn. Eg sigi bara, at tað ljóðar, at annar av serfrøðingunum ikki hevði 3 ára starvsroyndir.
- Tað kann eg hvørki vátta ella avsanna.
- Og tú vilt ikki út við, hvørjar kvalifikatiónir persónarnir hava?
- Nei nei. Teir hava tær neyðugu kvalifikatiónirnar. Tað kann eg skriva undir uppá. Og eg kann siga tær tað, at eg haldi tað vera hugstoytt at man roynir at spinna ein enda burturúr hesum her, sum bara hevur partapolitisk endamál. Eg kann vátta tað, at persónarnir, sum hava arbeitt sum serfrøðingar í sjálvstýrismálum, hava gjørt sítt arbeiði fullkomiliga til lítar við serfrøðingakunnleika, og at tað er ein tann bíligasti mátin yvirhøvur at fáa loyst tær uppgávurnar, sum man kundi havt gjørt í einum slíkum føri. Alternativið hevði verið at fari út í býin at keypt advokathjálp í summum førum ella aðra hjálp aðrastaðni, og tað hevði verið nógv, nógv dýrari. Og tí eri eg faktiskt glaður fyri at tað eydnaðist at kunna fremja eina uppgávu uppá henda mátan, tí tað hevur spart skattgjaldaranum fyri eina ørgrynni av pengum. Og eg haldi simpulthen tað, at tað er løgið, tá man viðger eina grannskoðarafrágreiðing, sum ógvuliga nágreiniliga viðgerð m.a. sjálvstýrismál ? tí teir vóru jú á vitjan har úti, og vendu øllum skjølum o.s.fr., og tað eru nógv onnur ting, sum eru interessant í grannskoðarafrágreiðingini ? at man her hevur valt at taka nakað burturúr, sum ikki er ein direkta átala, sum ikki er nakað juridiskt skeivt, sum alt er gjørt eftir ráðgeving frá løgdeildini, og so at blása tað upp til eitt mál, í staðin fyri at fara at kanna onnur mál, sum eru meira prinsippiel og meira interessant. Hetta her er ikki nakað mál.
- Summi halda hetta vera rættiliga prinsippielt.
- Hvør heldur tað?
- M.a. haldi eg at orðaskiftið í tinginum í dag bendi á at onkur heldur hetta vera prinsippielt.
- Hví er tað prinsippielt?
- Er tað ikki prinsippielt at løgtingsgrannskoðararnir ?halda tað vera óheppi, at galdandi sáttmálar, reglur og mannagongdir ikki vórðu hildnar?. Tað má sigast at vera ein átala. Kanst tú so siga, at løgtingsgrannskoðararnir hava einki at finnast at tí, sum er farið fram?
- Tað er so eisini alt í lagi. Tað er bara tað, at hvat skuldi Karsten (Hansen; blm.) havt gjørt? Skuldi hann havt forútsæð áðrenn tað, at sjálvstýrismál ikki bleiv eitt aðalstýrið?
- Men summi tosa jú um, at tað m.a. eru reglurnar, sum eru ásettar í rundskrivinum frá lønardeildini, sum ikki er hildnar. Og tað vilt tú jú ikki avsanna. Tú vilt jú ikki siga okkum, hvørjar kvalifikatiónir serfrøðingarnir hava havt.
- Jamen harragud, eg sigi jú tað, at eg kann standa inni fyri øllum tí, sum er gjørt og fyri serfrøðingakvalifikatiónunum hjá hesum fólkunum. So um nakar vil kanna tað víðari, sum eg eisini segði í dag, so eru teir vælkomnir at kanna tað til botns. Og um nakað skeivt er fari fram, so skal eg vera tann fyrsti til at siga tað. Man kann ikki bara standa og sleingja nakrar ákærur út, uttan at kanna tað til botns. Tað er tað, sum irriterar meg.
- Tú vilt ikki geva mær, sum blaðmanni á Sosialinum, upplýsingar, sum kunnu sannføra meg um, at einki skeivt er farið fram?
- Tú hevur teir upplýsingarnar, sum standa í grannskoðarafrágreiðingini.
- Men tú vilt ikki viðvirka til, at sannføra teir føroysku fjølmiðlarnar um, at kvalifikatiónirnar vóru fult í ordan?
- Jamen altso, hvat er tað tú spyrt um?
- Eg spyrji um tú kanst nevna mær, hvørjar treytir serfrøðingarnir, sum tú setti, uppfyltu. Høvdu teir minst 3 ára starvsroyndir og/ella høvdu teir samsvarandi eftirútbúgving/dupultútbúgving og um so er so hvørja?
- Meinar tú tað alvorligt, sum tú spyrt meg um nú?
- Ja.
- At vit skulu sita og viðgera persónsmál?
- Er tað ikki tú, sum gert tað til eitt persónsmál?
- Nei eg havi ikki gjørt tað til nakað persónsmál.
- Eg biði teg bara nevna mær kvalifikatiónirnar hjá einum ónevndum serfrøðingi, sum tú hevur havt í starvi. Eg eri ikki áhugaður í nøkrum nøvnum. Tað einasta eg havi áhuga í er at fáa at vita, hvørjar kvalifikatiónir serfrøðingarnir hava havt, fyri at kunna sannførast um, at tú einki skeivt hevur gjørt.
- Jú, men so mást tú trúgva uppá, at fyrisitingin, við ráðgeving frá løgdeildini hevur gjørt nakrar sáttmálar, sum uppfylla treytirnar. Eingin kritikkur av tí er í grannskoðarafrágreiðingini.
- Grannskoðararnir átala at galdandi sáttmálar, reglur og mannagongdir ikki eru hildnar.
- Jamen hvussu vildi tú havt tað, at vanligar reglur skuldu verið hildnar, tá tað er eitt málsøki, sum ikki hevur nakað aðalstýri? Tá tú gert eina skipan, sum faktiskt liggur sum ein verkætlan inni í einum øðrum aðalstýri undir einum landsstýrismanni? Hvussu vildi tú havt at vanligar reglur skuldu verið fylgdar? Tað er jú óvanligt. Tað er tað sum er trupulleikin her, og nú gert tú tað til eitt persónsmál. Tú mást vera konsekventur og fara at spyrja allar hinar landsstýrismenninar um hvørjar kvalifikatiónir serfrøðingarnir hjá teimum hava. Tað er í fínasta ordan at tú spyrt meg, men eg haldi tað er eitt sindur keðiligt at tú vilt hava meg til at seta nøvn á persónarnar.
- Eg biði teg als ikki nevna nøkur nøvn.
- Jamen um eg fari at fortelja tær, hvørjar kvalifikatiónir, sum liggja til grund, so kanst tú øgiliga skjótt seta navn á persónarnar.
- Jamen lat meg so spyrja teg: Høvdu báðir serfrøðingarnir 3 ára starvsroyndir í relevantum starvi?
- Eg kann svara, at ráðgevararnir uppfyltu allar treytirnar til at vera serfrøðingar. Tað vil siga antin við útbúgving, antin við starvsroyndum, antin við serligum kvalifikatiónum. Tað er eingin ivi um tað. Tað er einki í hesum her, sum eg ikki kann standa inni fyri og sum løgdeildin ikki kann standa inni fyri.
- Tú avísur sostatt, at tú, í sambandi við setanina av teimum báðum serfrøðingunum, hevur havt onnur atlit enn fakligar kvalifikatiónir?
- Sjálvsagt. Sjálvsagt. Tað er tá klárt. Og hetta er farið fram eftir øllum vanligum prosedurum. Tað hava verið setanarsamrøður o.s.fr. o.s.fr. Tað er alt gjørt eftir vanligum treytum, sigur varaløgmaður at enda.