Leif Mikkelsen, fólkatingsmaður hjá Vinstra, er farin upp í Ny Alliance. Ny Alliance hevur fingið ein fólkatingslim afturat.
Í morgun hevur Leif Mikkelsen, fólkatingsmaðir hjá Vinstra, boðað frá, at hann er farin burtur úr Vinstra og hevur meldað seg upp í Ny Alliance ístaðin fyri.
Leif Mikkelsen sigur, at frælsið hjá tí eintska tingliminum hjá Vinstra er skert meiri, enn hann kann góðtaka. Tað er serliga komið fram í seinastuni og seinast í sambandi við orðaskifti um møguligan skattalætta, sigur hann. Har sópaði Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri og formaður í Vinstra, alt tos um skattalætta av borðinum.