Andstøðan vann valið í Noreg sannførandi

Teir tríggir flokkarnir, Arbeiderpartiet, Senterpartiet og Sosialistisk Venstreparti fáa tilsamans 89 sessir í Stórtinginum.

Her síggjast Trygve Slagsvold Vedum, formaður í Senterpartiet (vinstrumegin) og Jonas Gahr Støre, formaður í Arbeiderpartiet (høgrumegin) í formansumfarinum eftir valið í Noreg í gjár. - Foto: Ntb/Reuters

Tá 99,7 prosent av atkvøðunum eru taldar eftir valið í Noreg er atkvøðubýtið soleiðis (tølini í klombroum eru samanborin við síðsta stórtingsval í 2017):

 

Arbeiderpartiet (Ap): 26,4 prosent (-1,0) / 48 tingsessir (-1).

 

Sosialistisk Venstreparti (SV): 7,5 prosent (+1,4) / 13 tingsessir (+2).

 

Rødt (R): 4,7 prosent (+2,3) / 8 tingsessir (+7).

 

Senterpartiet (Sp): 13,6 prosent (+3,3) / 28 tingsessir (+9).

 

Kristelig Folkeparti (KrF): 3,8 prosent (-0,4) / 3 tingsessir (-5).

 

Miljøpartiet De Grønne (MDG): 3,8 prosent (+0,6) / 3 tingsessir (+2).

 

Venstre (V): 4,5 prosent (+0,1) / 8 tingsessir (0).

 

Høyre (H): 20,5 prosent (-4,6) / 36 tingsessir (-9).

 

Fremskrittspartiet (Frp): 11,7 prosent (-3,5) / 21 tingsessir (-6).

 

Pasientfokus: 0,2 prosent / 1 mandat fra Finnmark (+1).

 

* Tinggáttin í Noreg er 4 prosent. Flokkar, sum fáa minni enn 4 prosent, fáa ikki lut í býtinum av eykavaldu tingsessunum.

 

Ein eykavaldur tingsessur er tingsessur, sum ikki er knýttur at ávísum valdømi, men sum verður býttur millum flokkarnar sum ein útjavning av valúrslitinum. Eins og tað var í Føroyum, áðrenn Føroyar blivu eitt valdømi í 2008.

 

Keldur: NTB, VG.

 

/ritzau/

 

 

 

 

 

 

 

Her síggjast Trygve Slagsvold Vedum, formaður í Senterpartiet (vinstrumegin) og Jonas Gahr Støre, formaður í Arbeiderpartiet (høgrumegin) í formansumfarinum eftir valið í Noreg í gjár. - Foto: Ntb/Reuters