Ævintýr eru eisini á ólavsøku

Drongurin, sum stjól ein føðingardag eitur leikurin, sum menninir handan Ævintýraferðina borðreiða við á ólavsøku í ár. Hey breyð ? rumpan er reyð, dugur tú at telja upp í sjey..... ?Vælkomin í hetta sirkvussið?... Rúmadagrísurin Bob, gandakallurin, Búi Sibbidibbidim, Gongulagið, Prumpisangurin, Drongurin, sum gloymdi hvussu man spælir - Dánjal Kaggadingding og ein ørgrynna av fantastiskum søgum og sangum.

Í fimm ár á rað hevur Ævintýraferðin hugtikið børn og vaksin á ólavsøku. Og í ár verður einki undantak.

Frá 27. til 30. juli framførir Ævintýraferðin tvær ferðir um dagin í tí nýggja kommunuskúlanum í Kongagøtu í Havn klokkan 16 og kl. 18. Og børn og vaksin sleppa á eina nýggja Ævintýraferð.

Aftur í ár er leikurin nýggjur ? han eitur ?Drongurin, sum stjól ein føðingardag?. Men børnini sleppa eisini í ár at spæla við. Og fyri at draga børnini inn í leikin so nógv sum gjørligt, so er hann eisini broytiligur.

Sum vant eru tað teir báðir, Búi Dam og Dánjal á Neystabø, sum standa fyri Ævintýraferðini.