Ævintýraferðin sum bók

Ævintýraferðin, sum vit kenna best frá palli á ólavsøku er nú komin út, sum bók



Ein av útgávunum til jóla, sum serliga vendir sær til yngru lesararnar, er Ævintýraferðin, sum Dánjal Kaggadingding Kaggadum og Búi Sibbidibbidimdimdubadabadam eru upphavsmenn til.

Handan løgnu nøvini fjala seg Dánjal á Neystabø og Búi Dam, sum seinastu fimm árini hava framført tónleikasjónleikir fyri og við børnum.


Ein ræðuligur morgun

Higartil hava vit upplivað Ævintýraferðina á palli á ólavsøku, ella tá teir báðir hava vitjað dagstovnar og fólkaskúlar umframt á fløgum, sum teir hava givið út. Nú er so tann fyrsta bókin í Ævintýraferðini komin. Tað er søgan um drongin, sum gloymdi hvussu mann spælir.

Pól elskar at spæla. Hann spælir alt millum himmal og jørð. Men ein morgunin hendir nakað ræðuligt. Pól vaknar og finnur útav, at hann hevur púra gloymt, hvussu mann spælir. Uttanfyri hittir hann vinmannin Janus, og so byrjar søgan...

Bókin telur 30 blaðsíður, og hevur onki aldursmark. Bókin hóskar seg væl at lesa upp fyri smáum børnum, eins og børn í skúlaaldri kunnu lesa hana sjálvi, tí tekstirnir eru lættir at lesa., og søgan er góð. Sjáldsomu og sera flottu tekningar í Drongurin, sum gloymdi hvussu mann spælir, hevur Janus á Húsagarði teknað. Myndirnar eru livandi og sermerktar á tann hátt, at hvørja ferð, tú hyggur at teimum, sært tú okkurt nýtt, sum dregur teg enn longur inn í hendan ævintýraheim.