Ævintýrið um fjalda dýrgripin

Anna Maria Joensen úr Klaksvík bar á leguni fyri brekað, sum var í Zarepta um Dýra biðjudags halguna, fram henda fyrilesturin. Hann snýr seg um tað at fáa eitt brekað barn, kenslur og hugburðir og virði í tí sambandinum, og um hvussu tað ber til at finna tað positiva og uppbyggjandi í tilveruni, hóast talan í fyrstu atløgu var um sorg um, at lívið ikki fór tann vegin, sum tað varð roknað sum givið, at tað fór at gera. Fyrilesturin hevur almennan áhuga, og tí verður hann í fullum líki og so at siga óbroyttur endurgivin her. Fyri einari viku síðani varð fyrilestur, sum kvinna, ið ber brek, hevði á leguni fyri brekað

Anna Maria Joensen
???????

Eg eiti Anna Maria, og eg eri 37 ára gomul. Eg eri gift Rógva, ið er 42 ár. Vit eiga 3 børn: Jonu, ið er 16 ár, Rebeccu, sum er 15 ár og Karl, ið er 8 ára gamalur. Jona er menningartarnað. Hon hevur diagnosuna Down Syndrom. Rógvi og eg vóru ung, tá vit fingu Jonu - 21 og 25 ára gomul.
Ævintýr eru so nógv uppi í tíðini, nú vit minnast, at tað eru 200 ár, síðani H.C. Andersen varð føddur. Vit verða drigin aftur til tíðina, tá ið vit vóru børn, og tá ið vit lýddu á, meðan foreldur og lærarar søgdu okkum ævintýrini umaftur og umaftur. Okkum dámdi so væl at hoyra ævintýr. Tey góvu íblástur til, at vit ímyndaðu okkum, at vit vóru partur av ævintýrunum, og vit spældu ævintýrini.
Ævintýrið
Eina ferð vóru tað ein kona og ein maður. Tey giftust, og tey fingu børn, og alt var so prakfult, ljósareytt og lukkuligt. Soleiðis er í ævintýrunum - í byrjanini og endanum. Alt er so gott. Júst soleiðis byrjaði eisini eitt ævintýr í Klaksvík fyri meiri enn 20 árum síðani. Tvey ungfólk møttust, gjørdust góð, gift-ust og fingu børn.
Men er alt bara gott og lukkuligt? Tvass, siga vit beinanvegin. Soleiðis er tað bara í ævintýrunum. Gerandisdagurin er heilt øðrvísi. Lívið kann vera hart, og tað er ikki altíð so ljósareytt. Vaknað úr dreyminum, kom til veruleikan, siga vit. Men hvat er at vera lukkuligur og eydnusamur, og hvat er eitt ævintýr?
Veruleikin
Evnið fyri økjafundunum hjá Javna í ár var "Møguleikar". Møguleikar til hvat, spurdi eg meg sjálva, tá ið eg las tað. Havi eg havt nakrar møguleikar fyri meg og mína familju og dóttir okkara, ið hevur Down Syndrom.
Vit vóru gift eitt gott ár, áðrenn vit fingu Jonu. Rógvi var liðugur at læra til skipsførara, og eg varð liðug við skrivstovuútbúgvingina, áðrenn vit gjørdust foreldur. Vit høvdu veruliga lagt ætlanir fyri lívið. Alt sá ljóst út. Lívið gekk tann vegin, sum vit stýrdu tí. Eitt satt ævintýr!
Vit hildu, at lívið var fult av møguleikum fyri okkum. Vit hildu fast um róðrið, og vit stýrdu, sum vit ætlaðu. Men so við eitt - tann 29. august í 1988 - kendist tað sum um, at lívið fór av kós. Okkurt órógvaði. Tað tók sína tíð, áðrenn vit funnu út av, hvat tað var, sum var komið á okkara leið. Men so komu boðini, at dóttir okkara hevði Down Syndrom.
Down Syndrom - hvat er tað, og hvat fer tað at hava at siga fyri okkara ferð, spurdu vit. Lívið steðgaði upp, og vit ynsktu, at tað ikki flutti seg aftur. Vit vóru bangin og vónaðu, at tá ið vit aftur vaknaðu á morgni, so fór alt at vera, sum tað hevði verið.
Vit tóku so aftur um róðrið, og vit royndu at stýra somu kós, ið vit høvdu verið á frammanundan. Men tað vísti seg skjótt, at tað bar ikki til. Vit sóu skjótt, at tað fór ikki at bera til at halda fram við lívinum soleiðis, sum tað hevði verið. Tað var neyðugt at broyta kós, at fara umvegir og at finna nýggjar vegir, um lívið skuldi eydnast. Vit fóru og vóru í sorgartíð ella prosess. Tað var neyðugt, um vit skuldu verða før fyri at stýra broyttu kósina.
Hjá okkum var neyðugt, at vit fyrst syrgdu barnið, sum vit høvdu roknað við og ynskt at fáa. Vit ætlaðu ikki at fáa eitt barn, sum bar brek.
Síðani fóru vit undir at læra at góðtaka barnið, sum vit høvdu fingið. Tað tók sína tíð, og í fyrstuni síggjast ongir møguleikar. Tað er bara tað, sum ikki er møguligt, sum sást. Onki kendist at vera eydnusamt og ljósareytt hesa tíðina. Møguleikarnir vóru burtur, og vit dugdu ikki at fáa eyga á teir.
Nú hugsar tú kanska, at nú var hetta ævintýrið liðugt. Tað varð als ikki so eydnusamt. Men, tíbetur, soleiðis var tað ikki. Sum í ævintýrunum, har ofta tað, sum er veruleikafjart og ótradionelt kemur fyri, so var tað eisini hjá okkum soleiðis, at okkurt hendi, sum vit ikki høvdu roknað við og sæð møguleikar í og fyri.
Vit fingu styrki og vísdóm at ganga umvegir og nýggjar vegir, og vit løgdu til merkis, at tað var og er spennandi og mennandi at fara umvegirnar og at traðka nýggjar og ókendar gøtur. Tað kennist, sum tá ið tú fert biltúr onkra staðni, sum tú ikki hevur verið áður. Tú leggur til merkis, hvussu vakurt tað er, og at alt kanska ikki er, sum tað er, har tú kemur frá. Vakurleikin er øðrvísi, náttúran hevur aðra litir, fjøllini eru kanska lægri ella hægri, og kanska eru als ongi fjøll. Men samansetingin er undurfull at líta á.
Soleiðis hava vit roynt lívsins umvegir og nýggju gøtur. Tú leggur til merkis heilt aðrar lutir, og tú lærir at seta prís á onnur virði, enn tú áður gjørdi, og tað besta av øllum er, at tú fert at síggja eina rúgvu av møguleikum, sum tú als ikki visti ella trúði vóru til. Tú fært eyguni upp fyri einum fjaldum dýrgripi, ið Gud hevur givið tær. Ein dýrgripur, ið ber so nógvar møguleikar við og í sær.
Tað kennist sum um tú vassar í einum urtagarði, har so nógv illgras er. Men so fært tú eyga á vakra rósu. Tú tekur um hana, og tú fært ilt av tornunum. Men um tú ballar okkurt um tornirnar, so er rósan bara so yndislig, og tú fært veruliga tikið um hana og bara notið hana. Soleiðis er eisini við lívinum. Viðhvørt fært tú ilt av tí, og tað eru tornir á vegnum. Men um tú gevur tær sjálvum loyvi at hyggja varisliga upp, og at taka varðisliga um tornirnar, so fært tú eisini notið tað góða, ið lívið hevur at bjóða júst tær.
Eitt orðatak sigur, at Gud letur ikki eina hurð aftur, uttan at hann ikki eisini opnar eina aðra. So tað ræður um at hyggja rundan um seg, og at síggja allar hinar opnu dyrnar, og at fara um tær og veruliga hyggja seg um fyri at finna fram til, hvørjir møguleikarnir eru, sum hesar dyrnar hava at bjóða.
Okkara møguleikar
Vit fingu stuðul til Jonu, og stuðulin var um Jonu frá tí, at hon var hálvt annað ára gomul, og inntil hon var 5 ár. Hetta var ótrúliga gott fyri bæði okkum og Jonu. Í felagi settu vit okkum nøkur mál, og vit arbeiddu í felag fram ímóti teimum, og vit staðfestu í felag nøkur úrslit. Hetta var ein góð byrjan at fáa.
Síðani hava vit havt aðrar stuðlar, og sjálvt um teir ikki hava verið so leingi, sum tann fyrsti var hjá okkum, so hava teir eisini givið bæði Jonu og okkum nógv. Mátarnir, teir hava loyst sín setning, hava verið ymiskir. Ongin sigur, at júst ein máti er tann rætti. Vit saman við Jonu hava havt møguleika at læra at kenna nógvar aðrar familjur. Og sum foreldur hava vit uppdagað nýggjar møguleikar, og hvussu nógv kann gerast saman við Jonu. Nú eru vit ikki so fastløst í tí, sum altíð hevur verið rætti mátin at loysa uppgávur uppá.
Vit vóru glað fyri, at tað var møguleiki hjá Jonu at sleppa í barnagarð. Jona treivst væl ímillum hini børnini, og nógv av teimum heilsa framvegis uppá Jonu. Tá ið Jona var í barnagarðinum, fingu hini børnini møguleika at læra Jonu at kenna. Harvið lærdu tey, at vit eru ikki øll eins, men at vit øll eiga sjálvsagt pláss her í samfelagnum. Hvør veit, kanska var Jona tann, ið fer at fáa onkran framtíðar politikara at hugsa um tørvin hjá teimum menningartarnaðu. Kanska verður tað hetta ættarliðið, ið fer at kenna tað sum sjálvsagdan rætt, at tey menningartarnaðu skulu eiga pláss og møguleikar í samfelagnum.
Tíðin gekk skjótt, og Jona fór í skúla. Tíverri eri eg noydd at siga, at her varð eg rættiliga vónbrotin. Skúlaskipanin var ikki tann, sum eg hevði roknað við, at hon fór at vera. Men tá ið eg var komin yvir vónbrotið, valdi eg at royna aðrar leiðir. Eg greiddi leiðsluni frá, at eg ikki var nøgd, og at um Jona skuldi fáa nakað burturúr, so vóru tey í skúlanum noydd at lurta eftir mær og harvið saman við mær at finna betri møguleikar enn teir, sum skúlin hevði at bjóða. Leiðslan var við upp á tað, og vit fóru í holtur við at finna útav, hvussu hetta best kundi lata seg gera.
Jona hevur ongantíð havt fleiri enn tveir lærarar í senn. Tað hevur borið við sær, at møguleiki hevur verið fyri at arbeiða meiri miðvíst. Tímatalvan hjá Jonu hevur verið lagað eftir, hvat hon hevur orkað. Tað hava vit verið takksom fyri, tí hon er ofta sjúk og illa fyri.
Eg eri kanska í størri mun enn onnur foreldur sloppin at vera við í ráðleggingini av skúlaarbeiðnum hjá Jonu. Tað er kanska ikki tað rættasta, tí hetta er skúlans uppgáva, og eg sum foreldur átti ikki at havt gjørt hetta. Eg kundi sagt, at hetta var uppgávan hjá skúlanum, og at tey mugu um tað. Men tá ið vit hava so ógreið skúlaviðuskifti viðvíkjandi teimum menningartarnaðu, so haldi eg, at hetta er møguleiki hjá mær at upplýsa um, hvat eg sum foreldur haldi, at skúlin eigur at leggja dent á. Eg havi tikið hetta sum ein møguleika heldur enn eina forðing.
Orsaka av sjúkunum er Jona nógv skerd. Hon er illa fyri fysiskt, hon orkar ikki væl at ganga, og hon fer sær ikki bara út ein túr. Um hon ætlar sær út, so er neyðugt, at onkur er saman við henni. Tað ber henni ikki bara til at fara at vitja onkra vinkonu, soleiðis sum aðara ungar gentur gera tað. Tað er eisini neyðugt at hjálpa henni nógv í tí dagliga. Hetta ber við sær, at tað eri eg, sum eri nógv um hana, og tá ið ein er tannáringur, so er hetta ikki altíð so stuttligt.
Á sama hátt sum eg, tá ið Jona var lítil, trongdi til at fáa umlætting, so er myndin í dag vend á høvdið. Nú er tað Jona, ið trongir til umlætting frá mammu síni. Tá ið tú ert tannáringur, um tú so ert menningartarnaður ella ikki, so hevur tú tørv á at hava eitt frístað frá foreldrunum. Jona hevur sjálvandi kamar, har tað ber henni til at lata hurðina aftur. Men eg eri eisini takksom fyri, at hon hevur møguleika at sleppa á umlættingarheim, har hon sleppur undan mammu síni, og har tað ber henni til at hitta onnur ung og at hugna sær saman við teimum.
So umlættingin inniber tveir møguleikar - umlætting til foreldrini og umlætting frá foreldrunum. Eg má siga, at umlættingarheimið hjá okkum í Klaksvík hevur bara verið so ótrúligt. Tað er so hugaligt at samstarva við tey, tí tað kennist á øllum lutum, at tað er tørvurin hjá Jonu, sum er í miðdeplinum.
Vit eru altíð trygg við at lata Jonu fara í Dáan, tí vit vita, at har er hon í tryggum hondum. Eisini hevur Jona møguleika at sleppa í frítíðarklubb, og tað dámar henni sera væl, og har fer hon saman við stuðlinum. Og í ár royna vit henda møguleikan, at tað ber Jonu til at sleppa í Zarepta uttan mammu sína, og saman við vinfólkunum.
Tað er skjótt at staðfesta, at samfelagið er ikki nóg búgvið á øllum økjum at taka ímóti teimum menningartarnaðu. Men her hava vit avvarðandi møguleika at vísa á okkara støðu, og at upplýsa um hana. Vit hava møguleikan, men spurningurin er, um vit gera nyttu burturúr honum. Grenja vit, og eru vit frustrerað um, at ongin skilir okkum, onki ber til, skipanin er so stirvin, og lívið er so órættvíst. Ella brúka vit møguleikan at tosa, vera opin og greiða frá hvat bagir, hvat vit meta tørvurin hjá okkum er, og hvørjar visiónirnar hjá okkum eru.
Anna Maria
Eg havi havt óteljandi møgu-leikar, síðani eg fekk Jonu. Frammanundan var eg farin í skrivstovulæru á einum bókhalds- & grannskoðarvirki. Eg varð liðug at læra eitt hálvt ár frammanundan, at Jona varð fødd. Mær dámdi ótrúliga væl arbeiðið, og eg hevði gjørt mær onkrar tankar um at læra nakað meiri innan hetta øki. Men fyrst ætlaði eg at vera heima og at njóta hetta barnið, sum eg gleddi meg so nógv til.
So var tað, at lívið fór so at siga av kós, tá ið vit høvdu fingið Jonu. Eg fór aftur til arbeiðis, fyrst fulla tíð, men tað vísti seg at vera ov nógv, so eg fór niður í hálva tíð. Hetta gekk fínt, inntil Jona fór at verða sjúk. Hon var ofta sjúk, og hon var álvarsliga sjúk. Tá kundi tað gerast eitt sindur keðiligt fyri arbeiðsplássið, at tey ikki altíð kundu rokna við mær. Hetta var heldur ikki nøktandi fyri meg. Mær dámdi ikki, at eg ikki var at líta á.
Í samráði við stjóran varð arbeiðsuppgávan hjá mær so broytt. Eg skuldi nú fara út til viðskiftafólkini og gera arbeiðið á staðnum. Hetta bleiv so definerað sum ein uppgáva, sum skuldi gerast, og eg kundi sjálv avgera, nær hon varð gjørd. Hetta var nógv lættari, og tað riggaði fyri allar partar. Mær nýttist ikki longur at hava ringa samvitsku yvir, at tað ikki bar mær til at fara til arbeiðis hvønn dag. Ein fantastiskur møguleiki.
Tá ið eg so vitjaði á fyritøkun-um, fekk eg eisini aðrar arbeiðsuppgávur at loysa. Eg lærdi meg sjálva betri at kenna. Hetta var spennandi og avbjóðandi og til nyttu í arbeiðnum.
Iscak Adizes, amerikanskur professari og ráðgevi í virkisleiðslu, sigur, at menniskja hevur fýra síður: P-A-E-I, Producent (vitan og handlikraft)-Adminstrator (ordan, skipan og smálutir)-Entreprenør (ígongdsetari, kreativitetur og viljin at vága) - Integrator (indfølingsevne, fatanin fyri menniskjaligum sambondum og evnir at fáa onnur at samstarva). Hann sigur hetta í sambandi við, at tað hjá fullgóðari leiðslu er neyðugt at hava allar hesar eginleikarnar í sær. Ongin hevur allar eginleikarnar, men vit hava øll nakrar eginleikar.
Hjá mær er stórt A viðføtt, og P ið er rímuliga stórt. Eftir at vit fingu Jonu er I ið hjá mær vorðið nógv størri. Onki er at ivast í, at Jona gav mær møguleikan at menna hesa síðuna av mær sjálvari. Kanska hevði hetta víst seg, sum tíðin leið, men nú varð eg spard fyri nógvar misfatanir, tí tað var neyðugt at læra skjótt, og eg havi verið tilvitað um, at tað var alneyðugt at læra at samstarva um fleiri viðurskifti og lutir enn áður. Eg kundi kanska bara havt sagt, at soleiðis eri eg bara, men tað hevði ikki hjálpt Jonu serliga væl. Tað var neyðugt hjá mær at læra, og eg fekk møguleikan tíðliga, og tað eri eg fegin um.
Tá ið eg nú eri vorðin tilvitað um hesar síður av mær sjálvari, so havi eg eisini funnið mær aðrar uppgávur at arbeiða við. Hetta gav mær nakað at hugsa um. Eg havi sæð mær møguleika at fari undir at nema mær annan fakligan kunnleika, har eg kann menna meg, og at brúka fleiri síður av mær sjálvari, sum eg als ikki hevði havt hugflog til áður.
Tað, at fáa eitt barn, ið ber brek, ger, at tú fert at hugsa nógv meir um tingini. Tú endavendir øllum, og sum eg havi sagt, so fær ein onnur virði her í lívinum. Men tú fert eisini at hugsa meiri um alt tað, tú gert, um tað nú er neyðugt, ella um tú bara fylgir rákinum. Tú mást á ein ella annan hátt taka støðu til so ótrúliga nógv. Tú mást raðfesta tíðina øðrvísi, og harvið er tað neyðugt hjá tær at hugsa teg meiri um.
Ommur og abbar
Dýrgripurin, ið kom á okkara leið, hevur ikki bara ríkað tilveruna hjá okkum foreldrum og systkjum hennara. Men ommur, abbar og hini í familjuni eru eisini ríkað av at kenna henda dýrgripin. Jona er ikki sum tannáringar flest. Tá ið tey koma í henda aldurin, so plaga tey ikki at hava tíð til ommur og abbar. Men Jona er ótrúliga trúføst. Hon elskar at vitja ommu og abba, og hon elskar at gleða tey við onkrum, ið hon hevur bakað ella tilevnað.
Tá omma og abbi í Danmark vitja heim, ja, so skundar Jona sær at ynskja teimum vælkomnum. Tey fáa eitt orduligt klemm, og hon tosar ikki um annað, enn at nú eru tey komin.
Hon er ein sannur dýrgripur. Um tú ikki ert í góðum lag, ja so verður tú tað, tá ið hon kemur at vitja. Hon elskar at hoyra látur, og hon ber gleði við sær.
Lívið
Gud gevur okkum øllum lív. Framtíðarvánirnar eru ikki tær somu hjá okkum øllum, men Gud hevur eisini givið okkum evnir og gávur - møguleikar. Tað er upp til okkum, um vit ynskja at brúka alt hetta, sm hann hevur til okkara. Um vit ynskja at gera brúk av teimum evnum og møguleikum, sum hann gevur okkum, so skal lívsferð okkara eydnast, tí hann stiðjar okkum á leiðini. Og tá ið vit læra okkum at hyggja upp um trupulleikarnar og ikki at stara okkum blind á teir, so gerast teir knappliga so lítlir, og vit fáa greiði á teimum.
Eftir at náttúran hevði steðgað okkum við slíkari kollvelting, so fekk eg tíðliga møguleikan at hugsa meg um. Hvat er tað, sum hevur stórt virði her í lívinum, hvat vil eg og ætli eg mær, og soleiðis kundu vit hildið á. Eg upplivdi tað óspilta við einum barni, ið ber brek. Tey eru so góð, kærleiksfull, glað, rein og eg kundi hildið á. Hetta gav mær nakað at hugsa um. Skuldu vit bara liva víðari í somu rillu, pressa eftir at liva sum áður. Tað, sum vit vanliga kalla eitt normalt lív, ella skuldu vit út frá teimum karmum, náttúran nú hevði givið okkum, skapa okkara ævintýr. Skuldu vit góðtaka og liva í pakt við tann møguleikan, sum náttúran nú gav okkum, og skuldu vit ikki bara balla okkurt um tornir-nar og njóta vakurleikan og luktin frá rósuni. Skuldu vit ikki lata eyguni upp og og fara undir at pakka tann fjalda dýrgripin út, og njóta allar tær bjørtu strálir, hann sendir út.
Og tað er til hetta, at okkara ævintýr komið. Vit hava verið í hesum í fimtan ár. Vit liva framvegis, og vit hava tað gott. Vit gera brúk av teimum møguleikum, ið samfelagið hevur til júst okkara. Vit hava møguleikan at upplýsa um tað, vit halda eigur at verða betri ella øðrvívsi. Vit fingu eyguni upp fyri møguleikanum at fara aðrar vegir/ umvegir, tá leiðin vit stýrdu ikki gekk longur.
Ævintýrið er fullkomið, tá Jona - okkara dýrgripur - kemur og klemmar okkum, mammu og babba, og gevur bæði okkum og systkinum ein ordiligan muss, og systkini siga: Á sum Jona er fitt og ker, vit elska teg, tú ert fittast í verð!