Út ímóti 50 violinnæmingar vóru á verkætlanarskeið, sum Føroya Suzukifelag skipaði fyri næstseinasta vikuskiftið. Gestalærarar vóru Béla og Tove Detreköy. Tað vóru tey, sum upprunaliga byrjaðu at skipa Suzuki frálæru í Føroyum í 1996. Bæði Tove og Béla eru navnframir tónleikalærarar í Danmark, har tey búgva. Tey eru upplærd í Suzuki frálæruháttinum í USA, og tóku frálæruháttin við sær til Danmarkar í 1972.
Béla hevur staðið fyri størra partinum av útbúgvingini hjá føroysku Suzuki lærararnum Sámal Petersen og Anette Nielsen. Tí gleddi tað hjúnini almikið at koma aftur til Føroyar, at síggja úrslitið. Úrslitið varð sanniliga eisini vert at gleðast um. Violinirnar spældu vakurt, og tey nógvu glaðu børnini spældu fyri nógvu vælnøgdu áhoyrarunum.
Konsertskráin varð bygd upp eftir tí skrá, sum Suzuki frálæran tekur støðið í. Fyrst varð tað truplasta stykkið spælt, av teimum elstu børnunum, síðan kom eitt barn afturat, og eitt stykki, sum var eitt sindur lættari, varð spælt. Soleiðis helt tað fram, til øll børnini saman spældu "Twinkle, twinkle little star"
Tey elstu og royndastu børnini spældu alla skránna, og hetta er týdningarmikið sambært Suzuki frálæruni. Við at venda aftur til løtt stykki, sum tú veruliga dugur, lærir tú sera nógv. Tú ert meira fríur og hevur møguleika fyri at mennast.
Tey smærru børnini sótu og hugdu, meðan tey stóru framførdu. Hetta er eisini týdningarmikið, tey smáu læra nógv av at hyggja at teimum stóru, og við at síggja hvat tey sjálvi fara at duga um nøkur ár.
Eingin ivi er um, at tá man upplivir eina so stóra fjøld av gávuríkum ungum fólkum, so kann man bert gleðast um, hvussu væl fyri vit verða við violinleikarum um nøkur ár. Symfoniorkestrini verða í øllum førum væl mannaði.
Føroya Suzukifelag skipar javnan fyri Suzukiskeiðum av hesum slag. Hetta er eisini ein partur av frálæruni. Næmingarnir sleppa at hava tað stuttligt saman og at læra saman. Hetta gevur barninum jaligar upplivingar, sum tað setur í samband við violinina. Hetta mennir hugin og evnini at læra at spæla uppá violin.