Violinin lærir meg at læra

- Eg spæli violin, tí tað er ordiliga skeg, sigur Silas Gudmund Hannesarson, sum gongur í 1. flokki í Tórshavnar Kommunuskúla. Hann er ein av hepnu næmingunum í verkætlanini “Litir í leiki”

Havn: Silas situr so hugagóður og spælir violin saman við fýra øðrum.

Tey fimm sita fult konsentrerað og hava bert eitt í hyggju: At spæla júst tað, sum lærari teirra sigur.

Nótarnir eru skrivaðir sum vanligir nótar, tó við tveimum undantøkum: Har eru ongar nótalinjur, og ístaðin fyri svartar nótar spæla tey fleirlittar nótar.

Líkt er til at hetta dámar teimum sera væl, tí tað merkist, at her er farið væl um, og úrslitið av undirvísingini verður eisini borðreitt fyri tíðindatænastuni.

Hetta er partur av einum nýggjum tilboði til næmingarnir í fyrsta flokki í Kommunuskúlanum. Hesir hava havt – og fáa aftur komandi skúlaár - møguleika at luttaka í eini verkætlan, sum á enskum kallast “Colour-Strings-verkætlanin”. Her stendur teimum m.a. í boði at fáa individuella undirvísing í ávísum ljóðførum.

Sjálvur heldur Silas, at hetta er ein góður máti at ganga í skúla uppá:

- Tá man spælir, skal man tonkja ræðuliga nógv við høvdinum, sigur ungi og ídni tónleikarin.


Lærir betri

Tað var í farna skúlaári at Kommunuskúlin fekk møguleika fyri at menna børnini eftir hesum leistinum.

Her er bæði undirvísing fyri tann einstaka í guitara, cello, violin og tvørfloytu, tey spæla í bolki saman eins og tey verða undirvíst í hoyrilæru.

Eitt stórt arbeiði er haraftrat gjørt til tess at førleikamenna lærararnar til verkætlanina, sum higartil hevur havt stóra ávirkan á undirvísingina av næmingunum.

Men hvat siga so næmingarnir sjálvir um hesa undirvísingina. Fyri Silas er eingin ivi um týdningin:

- Tað at man skal brúka høvdið at tonkja við, tá man spælir, - tað ger at man lærir betri, sigur hann við Sosialin.

Samrøðan við tíðindamannin verður órógvað at einum lærara, sum biður hann gera seg kláran at framføra eitt lítið lag fyri hinum.


Nógvir nótar

Vit hava kortini ein spurning aftrat til Silas: - Hvat er ein violin?

- Tað er eitt, sum man kann fáa til at spæla ræðuliga nógvar nótar, slær hann fast.

Hann hevur fingið undirvísing í einaspæli og samanspæli síðani august mánað í fjør. Fyri hann er heldur eingin ivi um, at violinin er eitt frálíkt ljóðføri.

- Eg haldi, at violinin ljóðar øgiliga pent, slær hann fast.

Nú er tíð at gevast at tosa, tí øll hini í violin-orkestrinum eru klár at framføra.

Hann er skjótur at taka violinina fram úr serstøku taskuni, og ger seg til reiðar at spæla.

Lærarin slær tónan ann, og so er klárt til konsert!




Litir í leiki


Verkætlanin Litir í Leiki, sum byrjaði í august í fjør í Kommunuskúlanum, hevur higartil gingið væl.

Stór íløga er gjørd til tess at førleikamenna starvsfólkið í verkætlanini, við m.a. at senda hesi til útbúgvingar og skeið í Danmark, Ungarn, Eysturríki, London og Finlandi.

Hesar útreiðslur vóru fyritreytir fyri royndarverkætlanini og eru sjálvandi givnar ókeypis í forhond, um skúlin fær loyvi at halda fram við hesum námsfrøðiliga royndartiltaki.

Tað er eisini sera týdningarmikið fyri haldvirðið í kanningini, at vit fáa ein flokk aftrat í granskingarverkætlanina, sum Fróðskaparsetrið og Læraraskúlin skipa.



Samstarv við Finland

Samstarvið við finska tann systurskúlan gongur væl. Umboð hiðani vóru í Finlandi fyri kortum á Colourstringshátíðarhaldi og ráðstevnu, har verkætlan okkara fekk rúm fyri umtalu og góðum ynskjum.

- Vit høvdu sjónfløgu við av undirvísingargongdini í øllum ljóðførum, og fingu somuleiðis góð ráð og metingar um, hvussu tey út frá hesum meta støðuna og leiðina fram at verða.

- - Hetta er góð trygd at hava í skjáttuni, nú vit eru í byrjanartilgongdini í hesi sera spennandi verkætlan. Vit læra ein hóp av hesum samstarvi, sum eisini fer fram elektroniskt um alnótina, verður sagt í eini frágreiðing um verkætlanina.

Føroyski fólkaskúlin hevur stóran tørv á skipaðum og skrásettum royndarvirksemi. Her er sjøtil settur á eina verkætlan, sum kann koma at hava stóran áhuga og týdning innan føroyska skúlaverkið og sanniliga eisini uttanlands.

Í heyst var ein lærari, sum undirvísir í hoyrilæru í Litum í Leiki, á ráðstevni í Danmark, sum danska kenslumálaráðið skipaði fyri um musisku/kreativu skúlatilboðini sum kveikjandi og mennandi spírar undir hinum lærugreinunum í fólkaskúlanum.

Bertel Haarder, skúlamálaráðharri dana, gjørdist so hugtikin, tá hann hoyrdi um okkara Litir í Leiki verkætlan, at hann harmaðist, at hann ikki hevði hoyrt um hetta fyrr, so skuldi havt fingið tíð burturav at framleggja hetta ‘fantastiska projekt’ fyri ráðstevnuluttakarunum!