Virðið á partabrøvum hjá føroyingum minkað 68 prosent

Samlaða virðið á partabrøvum, sum føroyingar eiga, er fallið við heilum 68 prosentum síðan oktober 2007.

Tað vísa nýggjastu tølini frá Landsbanka Føroya.

Í oktober mánaði 2007 áttu føroyingar partabrøv fyri 7.543 milliónir krónur, ella 7,5 milliard. Men síðani fíggjarkreppan brast á, er virðið á partabrøvum kring allan heim fallið stútt.

Hetta hevur sjálvsagt eisini ávirkað teir føroyingar, sum eiga partabrøv, og í juli mánaði 2009 varð samlaða virðið á partabrøvum, sum føroyingar eiga, komið niður á 2.276 milliónir krónur, svarandi til eina minking á 68 prosent tilsamans.