Tað serliga við hesi móttøku var, at samstundis varð løgd fram ein bók um fyritøkuna og stovnaran av henni Kári Johannesen, sum doyði í bestu árum í 2001.
Tað, sum var enn meira serstakt var, at bókin var skrivað av konu hansara Lillian í Lambanum. Tey, sum vóru til móttøkuna, fingu eitt eintak heim við sær. Hetta gav eisini móttøkuni ein serliga dám. Bókin er 248 síður, og hon er ein sera góð lýsing av einum manni og hansara lívsverk.
Stjórin Ólavur A. Olsen bjóðaði fólki vælkomið. Lillian greiddi frá lívinum saman við Kára og um virkið, sum hann bygdi upp. Menn, sum høvdu orðið, vóru Mortan, hjá Andreas, Johannesen, Jón Eliassen, Absalon Absalonsen og Osmundur Justinussen. Allir lýstu teir Kára sum ein merkismann, bæði sum fakmaður og sum menniskja. Hann var ein rættur snillingur innan maskinur og teknikk, og hann fekk stórt sæð alt at bera til. Hann eisini sera dámligur maður.
Kári var føddur 2. juli 1949, sonur Nicolinu og Viggo Johannesen, ættaður av Hædd í Klaksvík.
Tað var tíðliga, at Kári fekk áhuga fyri teknikki. Hann skrúvaði motorar sundur og setti teir saman og fekk mangt at rigga, sum kravdi tol og hegni. Eisini kom í barnaárunum hansara leiðaraevni til sjóndar.
Thorben beiggi Kára sigur frá tí sama. Tá ið pápin fekk ein fýrataksmotor í fýramannafarið, dugdi Kári betri enn pápin at fáa hann at rigga.
Farin úr skúlanum fekk Kári í 1963 lærupláss á smiðjuni Meka, har Esmar Simonsen var meistari. Hann fekk bronsjumedalju fyri sveinaroyndina. Kári fekk annars tað skoðsmál, at hann var ein framúr dugnaligur lærlingur, og tað tíðliga sást, at hann skaraði framúr.
Hann fór á maskinskúla í Havn og fekk “føroyska maskinprógvið.” Hann fór tá sum 2. meistari við trolaranum Ólav Halga, har Jákup Oluf á Lakjuni var skipari. Túrin eftir gjørdist hann 1. meistari bert 21 ára gam. Tá var hann eisini við sínum hegni við til at bjarga Ólav Halga undan eini vanlukku.
Síðan fór Kári sum meistari við ídnaðarskipinum Koralfisk.
Tann 17. marts 1973 giftust tey bæði Kári og Lillian. Hon er dóttir Jacobinu og Solberg í Lambanum. Í 1974 fór Kári við nýggja Polarfisk hjá sama reiðarí. Men fyrst var tann avbjóðing, at skipasmiðjan var farin á húsagang. Reiðaríið leigaði hana at gera skipið liðugt. Kári fekk sum uppgávu at gera hydraulisku skipanina lidna. Hettta var eitt nýtt øki, men hetta evnaði hann eisini til fulnar.
Í 1975 fór Kári aftur í skúla og fekk maskinmeistaraprógv í 1976. Hann fór tá at arbeiða á Skála Skipasmiðju.
Byrjar sjálvur í kjallaranum
Nú koma vit til 1978. Kári hevði altíð havt hug til at fáa sær egið virki, og hetta verður nú verunleiki. Kjallarin í húsum teirra gjørdist verkstaður. Fyrsta uppgávan gjørdist at taka sær av tí tekniska á skipunum hjá Osmundi Justinussen. Kári fekk tá eisini eykalutagoymslu og tænastur fyri Rapp, sum er ein norsk verksmiðja, sum selur hydrauliska deksútgerð til fiskiskip.
Tað var skjótt, at Kári fekk ov mikið at gera einsamallur. Fyrsta starvsfólkið gjørdist Jón Eliasen úr Lorvík, sum framvegis er í starvi á deildini í Havn.
Lillian kom at taka sær av bókhaldinum. Framvegis var hetta strævið. Neyðugt var altíð at vera tøkur, tá ið brúk var fyri teimum. Hetta var ofta eisini um næturnar. Í 1981 varð aftur brúk fyri at seta meira fólk. Eftir eina tíð fór Kári at seta lærlingar, og í 1983 gjørdist Birgir Samuelsen úr Fuglafirði fyrsti lærlingur hjá Kára. Tilsamans hevur virkið havt 80 lærlingar.
Virksemið helt á at økjast og fleiri fólk komu í arbeiði. Tað gjørdist ov trongt í kjallaranum. Loysnin var at byggja, og hetta varð gjørt í Kambsdali, hagar tað var flutt í 1988. Tá vóru níggju fólk knýtt at virkinum. Húsið var 600 fermetur. Í kaffistovuni var hill sett upp, har bíblia og sálmabók fingu sítt pláss. Fólk vistu, hvar tey høvdu Kára á tí økinum.
Í 1988 verður virkið gjørt til partafelag, og virksemið helt á at økjast. Fyrstu árini snúði virksemið seg fyri ein stóran part at fáa trolspølini at virka. Hetta var ein tíð við stórari menning av flotanum ikki minst trolara- og garnaflotanum. Her eru spølini sera umráðandi.
Altíð vóru boð eftir Kára. Einaferð hann bíðaði eftir flogfari í Vágum, varð boð sent eftir honum til ein trolara í Sørvági, har trupuleikar vóru við spælinum. Hann fekk tá karm av olju, og mátti í skundi til skraddaran á Vantsoyrum at fáa nýggj klæði.
Útvegaði arbeiðspláss í Rumenia
Nú kemur kreppan í 90-unum. Hon rakar eisini Kára. Minni var at gera og verri var at fáa pengar inn. Nógvir pengar vóru eisini mistir. Men Kári kom undan kreppuni, eisini við lagaligheit frá starvsfólkinum.
Virksemið varð eina tíð viðkað til Hydro Tech á Eiði. Her varð millum annað framleitt alibátar, og eisini tvíkiljur, sum vóru ein rættulig nýhugsan. Steðgur kom í framleiðsluni undir alikreppuni, men nú verða tær aftur framleiddar í Klakksvík.
Kári var eisini við í skiparaksti. Hann var ein av eigarunum av Boðasteini, sum rættuliga gjørdi vart við seg á búrfiskaveiðu.
Kári var eisini við til at seta virksemi í gongd í Rumenia. Á eini ferð við hjálp til illa staddar rumenarar kom hann í samband við ein lokalan smið. Teir avráddu, at hesin skuldi framleiða alibesløg til nýtslu í Føroyum. Hetta hevur skapt 12 sera tiltrongd arbeiðspláss í hesum fátæka landinum.
Hóttafallið
Lillian ger nógv av at greiða frá, hvussu Kári var sum maður og pápi. Børnini, Sólva, Viggo og Bergur skriva eisini hugtakandi um pápan. Saman umtikið kann sigast, at hann var framúr eisini sum maður og pápi, hóast alt sum hann hevði um at vera. Hann hevði ongantíð so nógv at gera, at hann ikki hevði tíð til børnini.
Lillian sigur, at Kári var góðsligur av lyndi. Men hann var sera treiskur. Hann gavst ikki við eini uppgávu fyrrenn hon var loyst.
Eisini skriva nógv av teimum, sum høvdu viðurskifti við Kára, um hann í bókini. Her er myndin tann sama. Álitismaður í odd og egg.
Men nú sum alt gongur av tí besta, kemur hóttafallið. Seinast eg sjálvur hitti Kára var í februar 2001, tá eg var á vitjan í Kristnastovu í Keypmannahavn saman við Erlingi Olsen, fyrrverandi fólkatingsformanni. Teir prátaðu væl saman, og Kári greiddi frá sínum virksemi, sum Erling eisini var hugtikin av.
Tað var ein hvøkkur stutt eftir at hoyra, at Kári hevði fingið ikki minni enn deyðadóm frá læknunum. Mest kenslubornu reglurnar í bókini eru hesar:
“Læknarnir søgdu, at teir als einki kundu gera fyri at forða sjúkuni, og viðgerð fekst eingin. Hann tók støðuna, sum hon var, og legði alt í Guds hond. Hann tosaði opið um sína sjúku og royndi sum frægast at avgreiða tað hann kundi.”
Hann andaðist 27. august 2001.
Formaður í nevndini er Árni Skaale. Hann skrivar millum annað í fororðinum til bókina:
“Fyri meg persónliga hevur Kári Johannesen eisini havt stóran týdning og hevur verið ein fyrimynd. Hann var erligur og óhátíðarligur, hann var ein framúr teknikari, og hann var góður handilsmaður, hóast hann mangan tók menniskjaligu atlitini fram um handilsskapin í sinum virksemi.
Eg var hugtikin av Kára, tá ið hann var virkin maður í góðum árum, men eg var minst líka hugtikin av, hvussu hann livdi sína seinastu tíð og doyði. Hann avgreiddi alt, sum lá honum á hjarta, á ein ósjálvsøknan hátt, áðrenn hann doyði, og hann gav sær altíð góðar stundir til onnur, hóast tað stóð illa til hjá honum sjálvum.”
Lívsverkið stendur við
Umframt at vera smeitur fyri familjuna, var hetta eisini ein stórur smeitur fyri virkið, sum nú misti sína fremstu drívkraft og nógv av sínum serkunnleika. Men sum nýggi stjórin Ólavur Asafsson Olsen segði: “Eingin av okkum megnar einsamallur at taka yvir partin hjá Kára, men saman megna vit tað.”
Soleiðis kom tað eisini at gangast. Virksemið øktist, og í 2006 kom eisini ein deild í Havn. Tað er eisini eydnast at fáa ISO góðkenning.
Í dag er KJ Hydraulik eitt virki við trimum høvuðsdeildum: søla, umsiting og teknisk deild. Virksemið er sera fjølbroytt. Roynt verður at menna fólkið við innanhýsis skeiðum. Úrsltið er eisini at fólk trívist. Í dag eru 70 fólk, sum arbeiða á fyritøkuni.
Í dag eru tað Lillian og hennara børn, sum eiga fyritøkuna, men sjálv er Lillian “bert” skrivstovukvinna á fyritøkuni. Professionellar nevndir og leiðarar standa fyri rakstrinum. Men sjálv er Lillian nevndarlimur.
Øll henda søgan sigur eisini, at Lillian er eisini ein merkisverd kvinna. Hon eigur eisini tøkk fyri at hava skrivað hesa bók, sum kemur at standa sum eitt virðiligt minni um merkismannin Kára Johannesen.
Ynskt verður teimum góða eydnu framyvir.
ó.