Í dag skulu bretsku veljararnir gera av, um konservativi flokkurin skal stýra landinum í enn eitt fimm ára skeið - ella um Labour - arbeiðaraflokkurin - skal taka við eftir at hava verið út í kuldanum í 18 ár.Hevur tað nakran týdning fyri okkum føroyingar, hvør fer at sita í Downing Street nr. 10 og stýra Stórabretlandi komandi árini kundi hóskandi verið spurt!
Svarið er ja. Reyði tráðurin í valstríðnum hjá tí nýggja arbeiðaraflokkinum hevur verið hesin: at Bretlandi tørvar eina broyting, at Bretland hevur betur uppiborið enn at verða stýrt av teimum konservativu í enn eitt skeið, at Bretland hevur brúk fyri virðing í umheiminum, og tað fær landið bert undir eini Labourstjórn osfr.
Stóra málið fyri okkum føroyingar, sum hevur beinleiðis samband við eina komandi bretska stjórn, er undirgrundarmarkið. Sum so er fiskimarkið heldur iki komið heil tuppá pláss.
Tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri okkum sum tjóð, hvussu endaliga fiskimarkið og endaliga undirgrundarmarkið verður við Stórabretland.
Tað hevur ikki borið til at áseta hesi mark, meðan Bretland hevur verið stýrt av eini konservativari stjórn. Tvørturímóti hava teir konservativu sett føroyingum so írímulig krøv í marknaðarspurninginum, at ein nýggj stjórn, sum ynskir at reka ein annan politikk, sum at økja um virðing Bretlands útí í heimi, bert kann slaka uppá hesi krøvini.
Labour ynskir annan politikk
Bretski arbeiðaraflokkurin, Labour, setir nevniliga í stevnuskrá síni fram eitt ynski um at:
»Bretland verður virðismett í umheiminum fyri sín reiðiliga uttanlandapolitikk«.
Hetta er eitt framhaldandi evni av einum áður skrivaðum politiskum skjali, sum sigur, at Bretland undir konservativu stjórnini hevur mist alla ávirkan og virðing í umheiminum.
Tað má sanniliga sigast at vera satt her heima hjá okkum, at virðingin fyri Bretlandi er nógv minkað. Í okkara føri er orsøkin einamest tann framferð, sum Bretland hevur víst á marknaðartrætuni um undirgrundina.
Hvørki tað »ágangandi ekspansionistiska lyndi« av kravi Bretlands, ei heldur tey ófullfíggjaðu argument, sum verða nýtt til at stuðla tí, hava elvt til nakra virðing. Hesin framferðarháttur, at ein stór tjóð við harðræði roynir at kúga eina lítla grannatjóð við teirri undanførðslu at »vald gevur rætt« (»might is right«) er alt annað enn uppbyggjandi.
Spurningurin er so, um ein broyting til tað betra kann væntast í bretskum politikki undir einari arbeiðarastjórn, sum vit vóna kemur til valdið eftir valið í dag! Fara vit at síggja ein nýggjan støðufastan framferðarhátt undir samráðingunum, sum í verki sýnir teirra ynski um, at Bretland verður virðismett í umheiminum?
Lyftið um eina endurskoðan av politikki Bretlands, sum talskvinnan í uttanríkismálum innan arbeiðaraflokkin, Joyce Quinn, hevur latið Sosialin skilja er politikkurin hjá »Nýggja Labour«, tykist at geva einum vón um, at so verður?
Fair play
Og útlit er eisini fyri, at tað vanliga brestka eyðkennið »fair play« verður sett í hásæti av abeiðaraflokkinum, við tað at faraformaðurin í bretska arbeiðaraflokkinum, John Prescott, væntandi verður settur í eitt av leiðandi størvunum í stjórnini. Hetta er sami John Prescott, sum í 1970-unum, sum vanligur parlamentslimur, tók eina virðiliga støðu ímóti síni egnu stjórn og stuðlaði íslendska kravinum um fiskirættindi undir »toskakrígnum«.
Henda hending er eisini eitt annað dømi um, at Bretland við harðskapi royndi at tvinga eina lítla grannatjóð at geva frá sær rættin til havleiðina innan fyri egið sjómark. Hetta var ikki bert ein grundregluspurningur fyri Prescott, men kravdi eisini stórt dirvi. Hann var tá, og er enn í dag parlamentslimur fyri valdømið í Hull, sum tá var ein av størstu miðdeælunum í bretska fiskiídnaðinum og stóð soleiðis á odda í stríðsmálinum. Tað, at Prescott stuðlaði Íslandi, kundi sostatt ikki sigast at vera ein sjálvsagdur háttur at økja um sín popularitet millum egnu veljarar sínar.
Men á hesum, sum á so mongum øðrum økjum, hevur hansara støðutakan fyri tí, sum hann heldur verða rætt, vunnið honum stóra virðing, ikki bert í hansara egna valdømi, (sum framhaldandi og við stórum meiriluta valdi hann inn aftur í Parlamentið), men hann stendur eisini høgt í metum um alt landið og yvir heila politiska »spektrummið«.
Rættvís loysn á marknatrætu
Tað er at vóna, at ein arbeiðarastjórn kemur at virka við reinlyndi og í sama anda, sum fyrimyndarliga støðutakan John Prescotts í 70-unum, soleiðis at ein rættvíst loysn kann fáast at marknaðtrætunum undirgrundina við Føroyar. Tað hevði sanniliga verið eitt stig nærri móti endamáli Labours at skapa eitt nýtt tíðarskeið, hvar Bretland fær alheims ávirkan og virðing.
Sæð frá einum føroyskum sjónarmiði, hevði onki verið okkum til størri gleði enn tað, at virðingin fyri Bretlandi aftur kom uppá sama støði, sum hon var áður. Og út frá einum heimsumfatandi sjónarmiði er eingin ivi um, at orð Bretlands høvdu havt nógv størri ávirkan, um landið vísti sín góða vilja at koma til sættis um eina rættvísa avtalu við lítla grannalandið fyri norðan.
Vísið Føroyum virðing!
Vit føroyingar hava so bert orðini hjá nýggja Labour um broytingar og ynski at skapa sær virðing aftur eftir eitt langt konservativt stýri at halda okkum til, tá vit - møguliga í so góðtrúgvin - seta vón okkara til, at tað fæst ein virðiligur endi á marknaósemjuni, ein endi, har Bretland fyri at vinna sær virðing í umheiminum, eisini sjálvt má vísa virðing fyri sama umheimi, sum Føroyar so avgjørt eru ein partur av - ikki minst Føroyar, tá hugsað verður, at vit eru ein lítil tjóð og eiini næsti granni Bretlands.
Tað skal vera vón mín, at Robin Cook komandi bretskur uttanríkisráðharri og Joyce Queen, varauttanríkisráðharri við ábyrgd fyri europeiskum viðurskiftum, fara at liva upp til orðini um at vinna Bretlandi virðing aftur í umheiminum, tá hesi helst taka við valdinum í Bretlandi eftir valið í dag.
Hvat okkara egnu søk viðvíkur og okkara sjónarmiðum í hesi søk, so er bert eitt at siga, og tað er at mæla okkara monnum til at halda fram á somu kós, sum er miðlinja fyri bæði fisk og olju.
Hetta var tað, sum bretar góðtóku í samráðingunum við norðmenn, og hetta eigur at verða tað, sum somu bretar í dag eiga at góðtaka í samráðingunum við okkum føroyingar.