Jenis av Rana
Men spurningurin er, um støðan er petti frægari her heima !
Jú, svarar tú avgjørdur, vit drepa ikki brotsmenn.
Nei, fyrr var illa, men hvussu við børnum? Verða ikki hvørt ár minst 40, uttan iva fleiri, meti eg, miskunnarleyst skrødd, toga ella sogin úr føroyskum móðurlívum, bert tí at samfelagið ikki veitir ta hjálp og tann stuðul, sum forldur/ móður tørva at bera barnið í heim?
Jú, men er hetta ikki í teimum førðum, har man, við at taka barnið, bjargar móðurini, ella tí at man verjir sjúkari móður móti at gerast enn sjúkari?
Skeivt- so er als ikki! Sambært danska etiska ráðnum vildi fyrra grundin (vandin fyri lívi mammunar) bert heimilað einari fosturtøku 8-10 hvørt ár, hin grundin bert fáum árliga.
Nei, í Føroyum er støðan ikki petti betri á hasum økinum, og hóttanin móti føroyska samfelagnum, vegna hetta brotsverkið móti komandi ættarliðinum, er álvarslig, tí ein er, sum hevur umsorgan fyri tí ófødda sovæl sum tí fødda! Úr Himli skoða eygu hansara, og Hann syrgir børn síni, fyrst av øllum tey óseku dripnu, harnæst sítt skaparverk, sum brotsgerðina fremur.
Lat okkum, børn Hansara, drivin av tí kærleika Hann vísti og vísir okkum, standa saman og verja hesi minstu og veikastu Hansara.
Tað verða ikki fiskaprísir, rentustøði, samband, sjálvstýri ella E.S., sum koma at avgerða framtíðarvánir føringa, men eina og áleina signingin Hann vísir tí (samfelag), sum letur seg leiða av Honum!