Virðini betur fordeild

Fiskivinnunýskipanin eitt rætt stig á vegnum, jóst alt ikki enn er farið at virka

 

 

Í røðu sínni í tinginum á ólavsøku brúkti løgmaður mestu tíðina at vísa á, hvat er hent í hesum valskeiðnum.

Stýriskipanarlógin sigur, at løgmaður eisini skal siga, hvat samgongan ætlar at gera komandi árið, men tað er torført tá ið val verður 31.august. Tí ongin veit, hvat valúrslitið verður og hvør samgonga tá verður skipað.

Millum annað tí vísti løgmaður á, at hendan samgongan hevur gjørt víttfevnandi broytingar í fyrst og fremst fiskivinnuni, men eisini í alivinnuni. Eini 300 milljónir afturat er komnar afturat í landskassan frá vinnuni, sum landsstýrið hevur raðfest við.

Løgmaður vísir á, at vit ongantíð hava havt so nógvar kommunulæknar, ongantíð so nógvar serlæknar. Stytri bíðitíð hjá sjúklingum og vit hava minkað skattin hjá láglømtum, segði løgmaður.

- Høvdu vit einki gjørt, høvdu nøkur verið nógv ríkari og nøkur fátækari. Summi høvdu forvunnið meiri. Men ikki øll.

 

-Vit høvdu verið nærri einum stættarsamfelagi, har nøkur eru A-borgarar og onnur eru B-borgarar. Har »antin-ella« ikki er eitt val, tí summi verða fødd til ríkidømi og stórar møguleikar, og onnur fáa eitt nógv verri útgangsstøði í lívinum.

 

-Vit eru ikki – og skulu ikki – øll vera líka. Men vit skulu tryggja øllum á leið somu møguleikar. Tað hevur verið aðalmálið seinastu fýra árini, og vit hava nú eitt ríkari, tryggari og liviligari samfelag, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður.