Virðisleys trygging móti inntøkutapi

- Í nógv ár hevur verið eitt øgiligt baks at fáa frá tryggingini, tá fiskimenn skulu hava endurgjald fyri inntøkumiss. Tryggingin, ið kallast inntøkutapstrygging, er bert eitt eiti.

Tað sigur Føroya Fskimannafelag.

Lagt verður aftrat, at skipsmanningar fáa ongantíð tað, teir missa - og í nógvum førum fáa teir einki.

- Tað sigur seg sjálvt, at eina slíka trygging kann eingin brúka til nakað sum helst.

Føroya Fiskimannafelag heldur tað eisini vera grundleggjandi skeivt, at tryggingin verður latin reiðaranum, tá hon einans er til manningina.

- Sum støðan er, hevur henda umbering av eini trygging skapt manga illstøðu millum manningar og reiðarar, tí manningin hevur hildið, at reiðarin er farin við tryggingarpengunum sjálvur.

Felagið sigur, at soleiðis hevur eisini verið í onkrum føri, og tí eru menn sera skeptiskir, tá teir fáa havarí.

- Teir kenna onkra keðiliga søgu, og fyri tað mesta vera pengar als ikki goldnir út.

Føroya Fiskimannafelag heldur ikki, at tryggingar í Føroyum eru á høgum støði.

Myndin er tilvildarliga vald.