Virði fyri 20.000 fóru upp í royk

Í gjár varð løgreglan í Vágum boðsend til eld

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan boð um, at svartur roykur var at síggja í Vágum.

 

Tá ið tey komu á staðið, sóu tey, at eldur var í einum fibertex dúki, tað eru dúkar, verður brúktur at leggja undir asfalt, og annað, fyri at forða fyri at ókrút veksur upp ígjøgnum.

 

Og skaðin var ikki heilt lítil, tí dúkurin kostar einar 18.000-20.000 krónur, sigur løgreglan. Tey vita ikki, hvør hevur sett eld á dúkin.

 

Annars fekk løgreglan eisini fáboðan um, at ein maður var tveittur av einum rossi og gramdi seg um ryggin, og ein annar maður var so óheppi at detta niður á ein knív, og hann skar seg rættiliga illa í armin og í báðum førum varð boð sent eftir sjúkrabili.