Virðið á Bakkafrost er 10 faldað upp á 6 ár

Søgan um børsskrásetingina av Bakkafrost má sigast at vera ein sólskinssøga uttan líka. Tí síðani felagið varð børsskrásett í 2010 er virðið á felagnum 10 faldað.

 

Tað hendi í dag – eftir at metstóra úrslitið upp á eina milliard krónur varð kunngjørt – tá kursurin á partabrævinum hjá Bakkafrost fór upp um 310. (Í skrivandi stund kursurin 310,7). Tá felagið varð skrásett, og allir føroyingar fingu tilboð um at seta pengar í felagið, var tað til kurs 31.

 

Virðið á Bakkafrost er nú akkurát 15 millardir norskar krónur, sum er um 12 milliardir danskar krónur.

 

26 prosent av partabrøvunum eru á føroyskum hondum. Virði av teimum 26 prosentum er 3,12 milliardir krónur.

 

Men síðani børsskrásetingina hava føroyingar selt 74 prosent av partapeninginum í Bakkafrost. Virðið av tí partinum er í dag 8,88 milliardir krónur, sum nú eru á útlendskum hondum.