Virðið av grønlendskum fiskaútflutningi kavar

Fyrstu sjey mánaðirnar í ár er grønlendski útflutningurin av fiskavørum minkaður við 424 miljónum krónum.

Útflutningsvirðið av svartkalva er minkað við heili 30,2 prosentum, sum svarar til 223 miljónir krónur.

 

 

Virðið av grønlendskum fiskaútflutningi fyrstu sjey mánðirnar í ár er minkað við tilsamans 15 prosentum samanborið við somu tíð í fjør, og tað er sera útflutningurin av svartkalva, sum er hart raktur.

 

Fyrstu sjey mánaðirnar í ár er útflutningsvirðið av svartkalva nevniliga minkað við heili 30 prosentum samanborið við somu tíð í fjør. 

 

Nýggj tøl hjá Grønlands Statistik vísa, at samlaða útflutningsvirðið av fiskavørum í Grønlandi er minkað við fleiri hundrað miljónum krónum í ár.

 

Í tíðarskeiðnum frá januar til juli í ár var útflutningsvirðið av fiskavørum hjá Grønlandi stívliga 2,3 miljardir krónur, sum svarar til eina minking á heilar 424 miljónir.

 

Grønlands Statistik vísir á, at útflutningsvirðið av rækjum er minkað við 9,9 prosentum, sum svarar til 137 miljónir krónur. Men, tað er ikki nøgdin av rækjum, sum svíkur, tí nøgdirnar hava verið støðugar.

 

Tá ræður um svartkalva er talan um minking bæði í nøgd og prísi.

 

Útflutningsvirðið av svartkalva er minkað við heili 30,2 prosentum, sum svarar til 223 miljónir krónur. Nøgdirnar av svartkalva eru minkaðar við 19,6 prosentum, og miðalprísurin er lækkaður við 13,2 prosentum.

 

Grønlands Statistik vísir á, at útflutningsvirðið av toski er minkað við 16,6 prosentum, sum svarar til 54 miljónir krónur. Nøgdirnar av toski eru kortini øktar við 0,6 prosentum, men miðalprísurin er lækkaður við 17,1 prosentum.

 

Sermitsiaq, sum viðger tølini yvir fiskaútflutning, ið Grønlands Statistik hevur lagt fyri dagin, leggur aftrat, at onkur tøl møguliga kunnu broytast, um útflytarar ikki hava latið øll síni tøl og skjøl inn rættstundis. 

 

Útflutningsvirðið av svartkalva er minkað við heili 30,2 prosentum, sum svarar til 223 miljónir krónur.