Virðismiklasta ítróttarlið í heiminum

Sambært Forbes er Real Madrid framvegis virðismiklasta ítróttarlið í heiminum

Á hvørjum ári velur kenda amerikanska blaðið "Forbes" heimsins virðismiklasta ítróttarlið.

 

Triðja árið á rað toppar Real Madrid listan, sum heimsins virðismiklasta ítróttarlið. Nummar tvey á listanum er NFL-liðið, Dallas Cowboys, og á triðja plássi er baseball-liðið, New York Yankees. FC Barcelona er nummar fýra, og Manchester United er nummar fimm á listanum.

 

Góða sjónvarpsavtalan hjá liðunum í La Liga í Spania ger stóran mun, og eigur sín stóra lut í, at bæði Real Madrid og FC Barcelona eru at finna millum fimm tey virðismiklastu liðini í heiminum.

 

Norska TV2 hevur sett listan upp við 10 teimum virðismiklastu liðunum í heiminum, har virðið er sett í norskum krónum. Ein norsk króna er í dagsins kursi 84 oyru í okkara peningi. 

 

1. Real Madrid - verdir 26,5 miljardir norskar kr.

2. Dallas Cowboys - verdir 26 miljardir norskar kr.

2. New York Yankees - verdir 26 miljardir norskar kr.

4. FC Barcelona - verdir 25,7 miljardir norskar kr.

5. Manchester United - 25,2 miljardir norskar kr.

6. Los Angeles Lakers - 21,1 miljardir norskar kr.

6. New England Patriots - 21,1 miljardir norskar kr.

8. New York Knicks - 20,3 miljardir norskar kr.

9. Los Angeles Dodgers - 19,5 miljardir norskar kr.

9. Washington Redskins - 19,5 miljardir norskar kr.