Søgu- og samfelagsdeildin við Fróðskaparsetur Føroya er komin upp í eina umfatandi kanning av ávirkanum, sum oljuvinnutilgongdin hevur á føroyskan búskap, samfelag, mentan og umhvørvi.
Eftir at oljuleitingarloyvini á føroyskum øki eru latin hevur BP Amoco Exploration (Faroes) Limited gjørt avtalu við Menas Associates Limited og Fróðskaparsetur Føroya um at gera eina óhefta kanning. Kanningin er skipað sum ein vísindalig granskingarverkætlan og er ætla øllum áhugaðum, ið vilja leita sær ráð um føroyska oljuvinnu.
Kanningin byggir á undanfarnar kanningar í sambandi við uppbyggingina av einum føroyskum oljuídnaði, sum t.d. Frágreiðingin hjá Oljuráðleggingarnevndini frá 1998. Kanningin er skipað, so hon tryggjar luttøkuna hjá einum víðum skara úr føroyska samfelagnum. Opið verður fyri íkasti frá almenninginum, aðalstýrum landstýrins, vinnulívsfólki og umboðum hjá vinnuni, feløgum og umboðum hjá bygdum og býum og feløgum annars, ið umboða lokal áhugamál.
Liðið av granskarum fevnir um serfrøðingar av ymsum slag frá eini røð av ymsum stovnum, herímillum Centre for the Economics and Management of Aquatic Resources við the University of Portsmouth, England, and the Environment and Society Research Unit við University College, London. Harafturat vil kanningin verða dugnað við ráðum av granskarum frá Fróðskaparsetri Føroya, the London School of Economics and Political Sciences og the Queen´s University í Belfast.
Kanningin verður stjórnað og samskipað av John Chritstensen, sum er leiðandi ráðgevi innan búskap og stjóri á Menas Associated Limited og av Suna á Dalbø, ið er granskari knýttur at Søgu- og samfelagsdeildini við Fróðskaparsetrið. Nærri upplýsingar um luttakararnar í kanningini er heftar við.
Menas
Menas Associated Limited er eitt óheft bretskt ráðgevavirki, sum veitir stjórnum og vinnu serkøna ráðgeving. Menas er ført fyri at draga nyttu burtur úr einum fjølbroyttum serkunnleika á nógvum økjum og í nógvum londum gjøgnum síni sambond við lærdar háskúlar og granskingarstovnar kring allan heim. Síðani 1978 hevur Menas veitt serkunnleika og serfrøðingaráðgeving til eitt stórt tal av oljufeløgum og øðrum feløgum, sum takast við at veita orku. Somuleiðis hevur Menas givið fleiri stjórnum ráð, serliga viðvíkjandi búskapi, politikki og umhvørvi.
Umframt teir báðar ráðgevarar eru eisini aðrir persónar við í kanningarætlanini. Teir eru Jay Wagner, Sveinur Tummasson, Dennis Holm, Kevin Collins, Bjarni Mortensen, George Joffé, Jógvan Mørkøre og Stephen Royle. Haraftrat verða eisini aðrir við í projektinum.
Tey, sum vilja vita meira um bretska felagið, kunnu leita inni á www.menas.co.uk. Somuleiðis fæst eisini meira at vita um Fróðskaparsetrið á www.sleipnir.fo/setur