Tí at tykkum er fyrijáttanin ætlað og bnørnum tykkara og øllum teimum, sum eru langt burtur, so mongum sum Harrin Guð vár vil kalla til sín«. Og við mongum øðrum orðum vitnaði hann, og hann áminti tey og segði: »Latið tykkum frelsast frá hesi rongu slekt!« Tey, sum nú tóku við orði hansara, vórðu doypt, og tann dagin løgdust okkurt um trý túsund sálir til. Ápostlasøgan 2, 37-41.
Tá ið skriva ella tala vrður um heilaga andans virkning millum menniskju, fáa vit ongastaðni betur svar enn júst í Ápostlasøguni, har er kjarnin í heilaga andans gerningi her á jørð; serliga er talan um tey frust kristnu, hvussu íðin tey vóru í teirra kristinlívi; tað var tildømis sera umráðandi hjá teimum, at koma saman í einum heilagum samfelag, har tey fingu mátt til at liva kristinlígið í gerandisdegnum, tað stendur tildømis í Ápostlasøguni 2, 42. Og tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar.
Hetta var alneyðugt hjá teimum fyrstu kristnu, og er tað ikki minni neyðugt hjá okkum trúgvandi í dag; djevulin er virksamur enn í dag eins og hann var tá, hann roynir alt tað ið hann kann, at tøla okkara kristinlív, soleiðis at vit gevast á hondum; hann dugir so sera væl at fáa okkum at verða liggjandi í fallinum, tá ið vit eru fallinf yri eini ella aðrari synd, hetta er hann meistari í; og somulieðis er hann meistari í at fáa okkum til at synda upp á náðina, og billar okkum inn, at vit fáa fyrigeving álíkavæl, tí at Gud er ein kærleiksfullur Gud; men her eiga vit at verða ansin, tað er sera álvarsamt at synda upp á náðina, víst er Gud náðigur, men sum vit liva lívið her á fold, soleiðis verður lagna okkara í ævinleikanum; hava vit tikið ímóti Jesusi sum frelsara okkara her í lívinum, so eiga vit eitt ævigt lív har heima í teim ævigu bústøðunum; hava vit vraka hesa dýrabaru frelsu her í lívinum mega vit glatast í allar ævir, náðin varir bert her í lívinum, eftir deyðan gevst eingin møguleiki.
Villist ikki! Guð letur seg ikki spotta; tí at tað, sum maður sáar, tað skal hann eisini heysta. Gal. 6,7. Latum okkum taka orð Guds so álvarsamt sum tað er skrivað; tað er jú okkum til vegleiðing ígjøgnum lívið her á fold, øll menniskju hava fingið ein møguleika her í lívinum, eisini tey sum fullu fyri eini ella aðrari synd, ver tí ikki liggjandi í fallinum, kom aftur til Jesus, ber alt fram fyri hann, ásannað alt fyri honum og bið hann um fyrigeving fyri tað tú hevur gjørt; væl veit eg at tað er eyðmýkjandi at ganga hesa leiðina, men tað er vælsigna at kunna byrja av nýggjum, ja, at fáa at uppliva syndafyrigeving, fáa at uppliva tað sama sum hin burturfarni sonurin, ein opnan faðirfavn, eingin ábreiðsla av nøkrum slagi, bert hesin kærleiksfulli faðirfavnurin.
Hetta er Guds undurfulli kærleiki til tín og míne nn íd ag, so leingi vit hava náðina; Gud kallar og dregur menniskju, tí hann vil ikki at nakar skal glatast, men at øll skulu liva, samanber við Ez. 18, 32. Ger tí álvara av hesari sera, sera álvarsomu støðu í lívi tínum her á fold; annaðhvørt frelstur ella glataður, tað verður lagna okkara í ævinleikanum, slepp tær undan glatanini, við at velja Jesus sum frelsara tín her og nú, tí tú veitst ikki hvussu leingi tú fært loyvi til at liva hetta foldarlív, vit eiga bert hesa løtuna vit eru í júst nú, morgindagurin er okkum ókendur. Tí at løn syndarinnar er deyði, men náðigáva Guðs er ævigt lív í Kristi Jesusi, harra okkara. Róm. 6, 23. Gleðiliga Hvítusunnu øll somu í Jesu navni. Síðani vil eg enda við einum hvítusunnusálmi sum eg havi yrkt til Hvítusunnuna 2003.
Hvítusunnusálmur
Sum vársól rísur yvir fold. Bf. 206. Dk. 382
1. Á hvítusunnu, halga ond,
var send oss av Guds náðihond;
til orðið Guds at týða,
tað náðar evangelium,
so menniskju her venda um,
Guds vilja her at lýða.
2. Guds halgi andi er oss hjá,
hann vísir okkum Jesus á,
sum doyði og vann sigur;
tá páskamorgun her upprann,
og størsta stríð í heimi brann,
hann er oss besti friður.
3. Í Himli Jesus Kristus er,
og samtíðis so er hann her,
við andans mátt og veldi;
her frelsa vil hann hvørja sál,
og leiða Guds børn fram á mál,
tí Sátans mátt hann feldi.
Kjartan Stakksund