Temadagurin, sum Intrum Justitia skipaði fyri á Hotel Hafnia fríggjadagin, bjóðaði nógv áhugaverd íkast frá ymsum síðum. Fyrstur at fáa orðið var Magni Laksáfoss, fíggjarmálaráðharri, sum greiddi frá, hvussu hann metti, at gjaldførið ella gjaldsmynstrið hjá føroyingum ávirkar samfelagsbúskapin.
Hesin temadagurin var serliga fyriskipaður í sambandi við at eitt gjaldsindex fyri Føroyar nú er gjørt. Hetta vísir, at føroyingar ikki eru so ógvuliga raskir at gjalda til tíðina, og tí kundi verið áhugavert at vita, um hetta ávirkar samlaða samfelagsbúskapin.
Magni Laksáfoss vísti á, at tá fólk ikki gjalda til tíðina, versnar hetta sjálvandi um gjaldføri hjá fyritøkuni, og hetta ávirkar so aftur møguleikarnar hjá fyritøkuni at menna seg.
- Stórar og peningasterkar fyritøkur hava sjálvandi munandi betri møguleika at standa ímóti, so tað eru tær nýggju og smærru fyritøkurnar, sum merkja sviðan av seint goldnu rokningunum, segði Magni Laksáfoss.
Kappingarføri
Fíggjarmálaráðharrin vísti á, at tað ofta var hjá nýggjum, dynamiskum fyritøkum, at gjaldsmynstrið við seint goldnum rokningum setti síni spor.
Serliga nýggjar entreprenørfyritøkur eru sárbarar mótvegis hesum.
- Alt annað líka, mugu hesar fyritøkur fáa peningin til vega aðrastaðni frá, sum teir ikki fáa frá skuldarum sínum. Hetta rakar í serligan mun nýggjar fyritøkur; tær gomlu og etableraðu kenna marknaðin og vita, hvør er góður gjaldari og hvør ikki er, segði Magni Laksáfoss.
Hann segði, at samlað sæð geva ov seint goldnar rokningar verri gjaldsevni hjá fyritøkunum. Men hetta er ikki nakað, sum upp á stutt sikt ávirkar landskassan.
- Vit liva av einum dynamikki í vinnuni, liva av, at kappingarførið hjá vinnuni er gott. Og tað hevur gjaldsmynstrið stóra ávirkan á, segði Magni Laksáfoss, fíggjarmálaráðharri.