Suðuroyar Svimjifelag(SuSvim) fer um vikuskiftið at taka lut í stóru svimjikappingini Reykjavík Open, ið verður hildin 18-20 januar.
Hetta er ein stór kapping har 260 svimjarar, frá 19 feløgum frá Íslandi, Noregi, Svøríki, Niðurlondum og Føroyum taka lut.
At senda svimjarar av landinum til kappingar er partur av framhaldandi menningini av okkara svimjarum, og samstundis fyrireiking til stóru avbjóðingarnar ið standa fyri framman.
Tey, ið fara at umboða SuSvim eru; Shaila Millum Garðarnar, Malan Vitalis Bærendsen, Mona Simonsen, Katharina Lamhauge, Annmari Midjord, Pál Joensen, og Danjal Martin Hoffgaard.
Umframt íðkararnir, verður høvuðsvenjari felagsins, Jón Bjarnason, eisini við til kappingina.
Ferðalagi fer úr Føroyum fríggjadagin, og skulu tey longu til kapping fríggjakvøldið.
Kappingin heldur fram leygardagin og sunnudagin, og tilber at fylgja við hvussu leikur fer, á susvim.com, og eisini verður møguleiki at fylgja við í Live Timing, á results.swimrankings.net/main.php