Virkið heyst í Klaksvík

Nærumhvørvið og eg, er yvirskriftin á ABC-vikuni hjá Fólkaheilsustýrinum, og verður eisini brúkt í, Virkið Heyst, skránni hjá Klaksvíkar kommunu

 Í ár ynskir Fólkaheilsustýrið serliga at røkka ungum í aldrinum 16-22 ár. Hetta sæst eisini aftur í Virkið Heyst skránni, sum bæði hevur tilboð til ung og setur sjóneyku á trivnað, ynskir og nøgdsemi hjá ungum. Harumframt eru tilboð til allar aldursbólkar.

 

Virkið Heyst í Klaksvíkar kommunu byrjar mánadagin 25. september og heldur fram alla vikuna.

 

Nevnast kunnu yoga, saunagos og ísbað, har tilboðini verða skipaði til bæði ung og eldri. Til ber at melda seg til saunagos og ísbað á atgongumerki.fo

 

Hugnaligur túrur verður fyri familjuna út í Grøv, og aftaná verður grillað snobreyð uttanfyri hjá grønu skótum, og á bókasavninum verður skipað fyri bóka-kondibingo fyri yngru børnini.

 

Flestu tilboðini eru skipað í samstarvi við áhugafeløg og stovnar. M.a. verður ein stuttligur rørslutími saman við Treysti og Javna, har TrøllaPætur og Omman fara at stuttleika sær saman við teimum, sum møta á rennibreytini.

 

Eisini í fimleikarhøllini á Skúlatrøð verður skipað fyri einum spælitíma, har pápar kunnu koma við børnum undir skúlaaldur. Tað er Gigni, sum stendur fyri hesum tilboðnum.

 

Virkishúsið Smæran, Norðoya Heimavirki, Eldraráðið í Norðoyggjum, Fullpower, Íðka, Norðoya Gongufelag, Christianskirkjan, Húsarhaldsskúli Føroya, Klaksvíkar Ítróttarfelag og Klaksvíkar Dansifelag bjóða eisini til spennandi og áhugaverd tiltøk hesa vikuna. Felags fyri øll er, at lagt verður upp til at vera saman, virkin og hugbundin.

 

Endaliga skráin verður tøk í morgin 20. september. 

 

Spennandi framløgur og fyrilestrar 

 

Mikukvøldið 27. september kl. 19.00 verða áhugaverdar framløgur og prát um trivnað og sálarliga heilsu hjá ungum.

 

Monika Mohr og Annika Helgadóttir Davidsen fara at leggja fram eina kvalitativa kanning um føroysk ung og teirra sosiala trivnað. Heri á Rógvi, Lóður, fer at kaga í borgarakanningina hjá Klaksvíkar kommunu, har hann serliga hyggur at, hvat ung í aldrinum 18-34 ár hava svarað í kanningini. Okkurt bendir á, at samanhangur kann vera millum hesar báðar kanningarnar.

 

Fyrilesturin er almennur og verður á Tekniska skúla í Klaksvík.

 

Mánakvøldið 25. september kl. 20.00 verður sjóneyka aftur sett á unga aldursbólkin. Studentapresturin Ann Hermansdóttur fer at greiða frá, hvussu samkomur og Fólkakirkjan møtir Generatión Z (árgangur 1996-2012). Framløgan er partur av arbeiði, sum Ann hevur gjørt í síni farloyvistíð, sum m.a. staðfesti, at ung hava tørv á at hava góðar fyrimyndir í sínum gerandisdegi. Tiltakið verður í KFUM, og øll eru vælkomin.

 

 

 

Lív og Tróndur konsert í Nólsoyar Páls húsinum

 

Tey flestu munnu kenna lagið Lítli fuglur, sum Lív og Tróndur hava umsett til føroyskt, og sum í 2020 varð valdur til ársins útvarpshitt. Leygarkvøldið kl. 21.00 verður høvi at hoyra tey framføra sangin og fleiri onnur góð løg, tá ið tey fara at hava konsert í Nólsoyar Páls húsinum. 40 pláss eru til konsertina, og til ber at tryggja sær pláss á atgongumerki.fo.

 

Aftan á konsertina er eisini møguligt at spáka sær yvir á Fríðu Kaffihús, sum hetta kvøldið hevur kvøldaropið. Nærri kunning um øll tiltøkini verður á klaksvik.fo í morgin. 

 

Hevur tú eitt hugskot til skránna? Seinasta freist at boða frá tiltaki til skránna er í dag, 19. september.

 

Boða frá her: Tiltøk á skrá