Virkið í Miðvági skal mennast

Vága Sambandsfelag vil hava at vita, um leiðslan í Føroya Fiskavirking seinastu árini miðvíst hevur stílað ímóti at steingja virkið í Miðvági

Vága Sambandsfelag hevur sent Føroya Fiskavirking áheitan um ikki at lata virkið í Mivðagi aftur, men heldur menna tað.

Áheitanin er gjørd eftir ein kreppufund, sum felagið og vágatingmenn floksins hava havt, nú ætlanin er at steingja virkið í Mivági við tí avleiðing, at 80-120 fólk og familjur teirra (400-500 fólk) verða rakt.

Sagt verður í áheitanini, at seinasu árini hevur almenni sektorurin verið mentur á miðøkinum, meðan fiskavirking søguliga hevur verið arbeiðið hjá fólkunum í útjaðaranum, har einki arbeiði er enn fiskaarbeiði.

- Um tað politiskt er ætlanin, at fiskavirking als ikki skal vera á útjaðaraøkjum, so er neyðugt at flyta onnur størv, fyri stóran part almenn, til útjaðaraøkini í líka stóran mun - og samstundis. Um hetta ikki verður gjørt, verður úrslitið, at útjaðaraøkini verða oydd, og tað kunnu vit ikki góðtaka, stendur í brævinum til Føroya Fiskavirking.

Sambandsfólkini í Vágum fegnast um, at Sandoyggin er komin í arbeiði aftur, og tey halda ikki, at Føroya Fiskavirking skal sleppa at skapa aðra Sandoyar oyðu aftur.

- Okkum vitandi hevur virkið í Miðvági givið yvirskot, tá arbeitt hevur verið, og skuldi grundarlag tí ikki verið fyri at lata tað aftur.

- Tað hevur okkara áhuga at vita, hvørjar ítøkiligar ætlanir hava verið gjørdar seinastu árini fyri at fáa hetta virkið at verða eitt størri aktiv í FFV.

Dagt verður, at hetta mál má hva almennan áhuga og eigur at verða viðgjørt politiskt. Tað er áður hent, t.d. tá uppsagnir hava verið á Landssjúkrahúsinum, har trupulleikin hevur verið loystur uttan drál.

Vága Sambandsfelag sigur, at tey ikki eru áhugað í almennum loftingarpolitikki, men at menna eina fyritøku.


EIngir aðrir møguleikar

Missa fólkini á virkinum í Miðvági arbeiði, fáa tey ikki annað arbeiði í oynni, og at kalla eingir møguleikar eru at fara av oynni at arbeiði, so vánaligir samferðslumøguleikarnir eru, og sambandsfelagið heldur seg vita, at jút ringa ferðasambandið er ein av orsøkunum til, at virkið skal steingjast.

Vága Sambandsfelag vísir eisini á tað øvugta í at úflyta fisk ótilvirkaðan, tí harvið beina vit fyri okkum sjálvb. Vit eiga iki at útflyta fisk, so leingi fólk her eru arbeiðaleys, verðu sagt.

Vága Sambandsfelag heldur, at Føroya Fiskavirking í fyrsta lagi eigur at taka aftur avgerðina um at steingja virkið í Miðvági, tí tað eigur at vera ein samfelagslig uppgáva at tryggja, at so nógv fólk á so lítlum øki ikki gerast arbeiðsleys. Haraftrat má virkið ikki lata aftur, fyrr enn hesi fólk hava fingið annað trygt og sunt arbeiðspláss.

- Um virkið letur aftur, kemur landskassin undir øllum umstøðum at fáa eina stóra rokning at gjalda fyri, at fólk ikki arbeiða, sigur Vága Sambandsfelag.