Virkin boðari vitjar í Kelduni

Hetta komandi vikuskiftið fær samkoman Keldan í Skálafirði vitjan av svianum Lennart Fjell, sum hevur eitt serstakt hjarta fyri Ísrael.

Í Skálafirði: Limirnir í samkomuni eru ikki óvon við fremmandar vitjanir.

Nú um vikuskifti fáa tey enn eina – av Lennarti, sum hevur høvuðsábyrgdina av Ísraelsferðunum hjá samkomuni Lívsins Orð. Hann er eisini sera virkin í felagsskapinum Operation Jabotinsky, ið arbeiðir til frama fyri jødar í farna Sovjetsamveldinum.

Ísraelsferðirnar hava síðan 1987 ført fleiri enn 10.000 trúgvandi úr øllum heiminum til Ísrael, meðan Operation Jabotinsky síðan 1993 hevur hjálpt fleiri enn 14.000 jødum úr farna Sovjetsamveldinum og heim til Ísrael.

Hetta er nakað av tí, sum liggur Lennarti á hjarta og sum hann fer at bera fram á møtunum í Kelduni um vikuskiftið.

- Sunnudagin verður møtið skipað sum eitt serligt Ísraelsmøti, verður sagt úr samkomuni.


Hjartað við

At andaliga virksemið hjá felagsskapunum, har Lennart er virkin í veruliga hevur borið úrslit, eru nógv prógv um.

- Hesi árini, Lívsins Orð hevur virkað í farna Sovjet, er eitt ómetaliga stórt netverk av kristnum samkomum vaksið fram, og er hetta netverk grundarlagið undir arbeiðinum hjá Operatión Jabotinsky í dag, verður sagt.

Lagt verður aftrat, at í tíðarskeiðnum 1995-1998 átti Operation Jabotinsky eitt skip, m/s ”Restoration”, ið sigldi regluliga millum Russland og Ísrael.

Síðan juli 1997 hevur felagsskapurin eisini at nýta flogfør í arbeiðinum at flyta jødar heim. Men síðan oktober 1997, hava einans flogfør verið nýtt. Flogið verður næstan hvørja viku árið runt frá umráðum, har Jabotinsky-støðir eru.

Lennart ferðast regluliga til samkomur í Evropa og farna Sovjet, fyri at prædika um Ísrael og Guðs sjónarmið viðvíkjandi ísraelska fólkinum.

- Tað kennist sum ein stórur forrættur, at vera við til at ”gróðurseta” Ísrael í ta kristnu samkomuna, og at økja um kunnleikan og arbeiðið fyri Ísrael, sum hevur tørv á veruligum vinum, sigur Lennart Fjell.

Uppgávan hjá Lívsins Orð og Operation Jabotinsky er, umframt at hjálpa jødunum heim á ein lættan hátt, eisini at fáa trúgvandi um allan heim, at taka undir við jødiska fólkinum og ísraelsku tjóðini.

Hetta brennir Lennart fyri, og hetta fer hann eisini at eggja til á møtunum um vikuskiftið.