Virkin fjølmiðlamaður í næstan 70 ár deyður

Benny Samuelsen, fyrrverandi blaðstjóri á Dimmalætting, andaðist í gjár, 89 ára gamal

Benny Samuelsen, fyrrverandi blaðstjóri á Dimmalætting, andaðist í gjár, 89 ára gamal.

 

Benny Samuelsen var fuglfirðingur, sonur Lenu og Steingrim Samuelsen. Benny var elstur av 12 systkjum, 10 brøður og tvær systrar vóru í systkinaflokkinum.

 

Sum heilt ungur kom Benny til Havnar í prentaralæru á Dimmalætting, sum farbróðirin Georg Lindenskov Samuelsen stjórnaði frá 1935 til 1981. Hetta var undir krígnum, og Dimmalætting helt tá til í gomlu prentsmiðjuni í Erling Jalsgøtu – og áðrenn stóra eldin í 1944, tá húsini hjá Dimmalætting brunnu í grund.

 

Eftir Benny komu fimm brøður hansara eisini til Havnar í prentaralæru á Dimmalætting, sum gjørdist arbeiðspláss teirra at kalla ævina alla.

 

Hóast prentaralærdur skifti Benny til tað redaktionella arbeiðið í 1970. Fyri ta tíð høvdu føroysku bløðini at kalla ikki skrivandi fólk í starvi. Og tá Georg Lindenskov Samuelsen legði frá sær sum blaðstjóri eftir 45 ár í 1981, tók Benny Samuelsen við sum blaðstjóri. Hann røkti blaðstjórastarvið næstu 14 árini til 1995, tá hann fór frá.

 

Seinni var hann nevndarformaður í P/F Dimmalætting, og hann sat eisini í nevndini á samanløgdu prentsmiðjunum hjá Dimmalætting og Sosialinum, P/F Prentmiðstøðini, sum varð stovnað í 2000. Benny sat í nevndini á Prentmiðstøðini so leingi Dimmalætting átti í Prentmiðstøðini frá 2000 til 2010. Tá hevði Benny Samuelsen verið virkin í føroyska fjølmiðlaheiminum í 68 ár.

 

Benny Samuelsen var eisini virkin á mentanarøkinum, í Sjónleikarhúsinum, hann var við í fleiri útvarpsleikum og læs eisini fleiri skaldsøgur í útvarpinum.

 

Benny Samuelsen hevur verið heilsuveikur seinastu tíðina, og hann búði á Boðanesheiminum, nú hann andaðist.