Virkin listakvinna í Smiðjuni

Mentanarnáttina letur listakvinnan Hergerð Joensen upp málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Hergerð Joensen byrjaði at mála í nítiárunum, og síðani tá hevur hon verið rættiliga virkin. Hon hevur verið á eini ørgrynnu av málningaskeiðum bæði her heima í Føroyum og uttanlands. Hon hevur somuleiðis verið á listaferðum í eitt nú París, Rom, Firenze, Stockholm og Berlin.

Fyrstu ferð, at Hergerð hevði egna framsýning, var beint eftir aldarskiftið, tá ið hon sýndi fram á Landssjúkrahúsinum, har hon eisini starvaðist tá. Síðani hevur hon fleiri ferðir havt sjálvstøðugar framsýningar eitt nú í Smjiðuni í Lítluvík, í Ribarhúsi í heimbygdini Fuglafirði, hjá Østrøm, í Tilhaldinum og á ymsum øðrum støðum. Eisini hevur hon tikið lut í nógvum ymiskum felags framsýningum kring landið.

Mentanarnáttina, sum altso er í morgin, letur Hergerð Joensen so upp nýggja framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýningin letur upp klokkan 18 Mentanarnáttina, og hon verður opin heilt fram til 12. juni. Opið verður vanligar dagar frá klokkan 15 - 18, og leygardagar verður opið frá klokkan 11 - 18.