Sum ein liður í verkætlanini OLE2,- okkara lív sum eldri, verður skipað fyri sonevndum eldradøgum í Nesvík hósdagin 28. og fríggjadagin 29. oktobur. Fyrsta líknandi tiltak í verkætlanini var í Vágum í fjør, og tað eydnaðist sera væl. Av tí at tiltakið í ár fer fram í Leguhúsunum í Nesvík, liggur væl fyri at gista har.
Verkætlanin OLE2 fer fram í átta kommunum í fimm londum, og verður stuðlað av útnorðurfelagsskapinum NPP. Í Føroyum samskipar Føroya Kommunufelag verkætlanina, og her eru luttakandi kommunurnar Vága-, Sunda- og Porkeris kommunur. Útlendsku samstarvspartarnir eru úr Svøríki og Finlandi, sum eisini skipa fyri líknandi tiltøkum.
Verkætlanin verður framd í tøttum samstarvi við avvarðandi starvsfólk, borgarar, umsiting og politisku leiðsluna á hvørjum staði. Málið er at røkka framtíðarkrøvum, tørvi og ynskjum hjá eldru borgarum.
Fjølbroytt skrá
Skráin fyri eldradagarnar í Nesvík er sera fjølbroytt. Hósdagurin byrjar kl. 9 við morgunsangi og drekkamunni. Síðandi setir Kim Durhuus, borgarstjóri, eldradagarnar, og Sveiney Sverrisdóttir, verkætlanarleiðari, kunnar um OLE2.
Seinri fer Helgi Jacobsen at greiða frá um hvalastøðina við Áir, og eftir hetta fáa luttakararnir høvi at vitja støðina, har Edvard Hermansen fer at geiða frá tí virksemi, sum einaferð var á støðini við Áir.
Eftir ein matarsteðg koma børn úr dagstovni á vitjan. Turid Jacobsen fer síðani at hava hugleiðingar um hvussu ein fyrireikar seg til pensionistatilveruna, og síðani verður skipað fyri sonevndum sofapráti, har nøkur fólk fara at greia frá hvussu umráðandi tað er. Seinri verður skipað fyri útferð til Saksunar.
Eftir at døgurðin er farin niður um, fær Knud Jacobsen, kommunulækni, orðið, og so er undirhald á skránni.
Fríggjamorgunin kunnu fólk taka lut í sovendum verkstovum um ymisk evni. Evnini verða eitt nú lívssøgur, ættargransking, føroyski búnin og myndabók.
Seinrapartin fer Óløf Briem frá apoteksverkinum at tosa um medisinering. Fólk frá Nærverkinum greiða frá um ymisk tiltøk, og seinri verður útferð til Gjáar. Eldradagarnir enda við undirhaldi í Eydnuni, við bæði harmoniku- og føroyskum dansi.
Lýst verður í sambandi við tilmelding.