Virkin tónleikaprestur vitjar

Seinni í mánaðinum fær Filadelfia-samkoman í Havn vitjan av einum tónleikapresti.

Danska Katrine Høgenhaug fer á vitjan síni at luttaka á lovsongsmøti í samkomuni leygarkvøldið í næstu viku.

Katrine er 30 ára gomul og útbúgvin innan tónleikavísind á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn í 2002.
Dagliga arbeiðir hon sum tónleikaprestur í eini kirkju, sum nevnist Kirkjan í Kulturcenteret.
Sum ein part av fyrireiking síni til hetta starvið hevur hon verið eitt ár á Hillsong College í Sydney. Her fekk hon miklan íblástur til arbeiðið sítt út frá hesi samkomuni, sum er kend um allan heim fyri lovsang sín.
Katrine hevur sjálv skrivað ein hóp av tónleiki og er nógv av hesum útgivið á fløgum. Fleiri av sangum hennara eru eisini týddir til føroyskt og eru at finna á fløguni Vit kunngerða Jesus, sum kom út fyri nøkrum árum síðani.
Herfyri var hon við til upptøku og útgávu av eini stórari live-lovsongsfløgu, sum kemur út í Danmark um tríggjar vikur. Hon kallast Live lovsang.
Sum ein part av arbeiði sínum hevur hon hildið fleiri seminar um sangskriving og lovsong í ymiskum samkomum og á háskúlum.
Nú kemur hon so til Føroyar á fyrsta sinni, og verður hon við á lovsongskvøldinum 27. mai í Filadelfia í Havn og á morgunmøtinum dagin eftir.