Síðani oktober hevur ferðslutrygd arbeitt við einum nýggjum átaki. Hetta snýr seg um, at fáa vinnulívsfyritøkur at gerast limir í Ráðnum fyri Ferðslu-trygd og harvið gerast ferðslutrygdarstuðlar og luttaka bein-leiðis í arb-eiði--num at gera ferðsluna tryggari.
Sjálvsagt skal vinnulívið hava ein virknan lut í ferðslu-trygdararbeiðinum. Vinnu--lívið er jú so stórur partur av ferðsluni.
Ein fyritøka, sum gerst Ferðslutrygdarstuðul, sýnir at hon hevur ábyrgdarkenslu og professionella tilvitan um leiklut sín í samfelagnum. At taka henda spurning í álvara, er umráðandi fyri eina og hvørja fyritøku. Í fyrsta lagi er tað ein sannroynd, at ferðsluóhapp kosta fyritøkum nógvan pening, umframt menniskjaligu líðingina, sum kemur aftaná. Í øðrum lagi styrkir positivur atburður í ferðsluni eisini umdømið, sum fyritøkan hevur at liva av.
Eisini í grannalondum okkara verður arbeitt við átøkum, ið miða eftir at fáa einstaklingar og virkir at luttaka í kjakinum um ferðsluspurningar. Menningin gerst avgjørt meira burðardygg, um so er, at brúkarin sjálvur hevur ávirkan á gongdina. Skulu vit koma nærri 0-hugsjónini mugu øll taka ábyrgd.
Higartil hava hesar fyritøkur tekna seg sum ferðslutrygdarstuðul.
Føroya Shell
AMA
SMS
Bakaríðið Hjá Gunnleivi
Statoil
Bókadeild Føroya Lærarafelag
Vaktargarður
Farodane
H T Transport
Flogfelag Føroya
BR-leikur
Føroya Banki
Føroya Keypssamtøka
Føroya Lívstrygging
Føroya Sparikassi
Føroya Tele
Hotel Føroyar
Inni P/F
SLFarmur
Poul HANSEN
Frámerkið at seta á bilin.
Kaupting
Koyrikortið Sp/f
Leif Mohr
Meginfelag Búnaðarmanna
Meinhardt Arge