Nakrir av vindmátarunum hjá Landsverki eru óvirknir í løtuni.
Landsverk boðar á heimasíðu síni frá, at talan er um vindmátararnar á Høgareyni, Syðradali og Porkerishálsi.
Onki stendur um, nær hesir kunnu vætast at koma í rættlag, men óivað frættist nærri um hetta á lv.fo til ta tíð.