Virksemið fyri eldraumsorgan er vaksið nógv, og tað er stuðulin eisini

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður svarar fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um umsorganararbeiði

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður

Eg eri samdur í viðmerkingunum um at tað nógva virksemið við tiltøkunum fyri eldraumsorgan kring landið, sum m.a. fer fram í dagtilhaldunum fyri pensjonistar, er av allar størsta týdningi. Men tað er ikki rætt, tá løgtingsmaðurin fær tað at ljóða sum um her stendur ógviliga illa til við almenna stuðlinum. Í 2005 veitti løgtingið eina eykajáttan uppá 2 mió. kr., og hon varð øll løgd omaná játtanina fyri 2006, so samanborið við árið fyri er tað ein vøkstur í játtanini uppá 41%.

1. spurningur er, hvussu nógvar umsóknir komu inn um stuðul til dagtilhald til eldrafeløg?

Her er svarið, at inn komu 43 umsóknir um eina samanlagda upphædd uppá 8,4 mió kr, samanborið við játtanina á løgtingsfíggjarlógini uppá 5,3 mió. kr. Býtið millum umsóknirnar var hetta:
10 umsóknir um stuðul til mattænastu, 2 um koyri/vitjunartænastu, 23 um dagtilhald og 9 um annað virksemi.

2. spurningur er, hvussu nógvar av hesum umsóknum vóru játtaðar, og hvussu nógvar vóru sýttar stuðul?

Her er svarið, at sambært raðfestingini í kunngerðini vóru allar 12 umsóknirnar til mattænastu og koyri/vitjunartænastu játtaðar. Verandi virksemi óskert samanborið við 2005. Herí vóru eisini 3 umsóknir um nýtt virksemi. Hesar fingu _ av tí tær høvdu søkt um, tí komið er eitt sindur inn í árið.
Av 22 umsóknum til dagtilhald vóru játtaðar 14, allar til verandi virksemi og óskert samanborið við 2005. 2 vóru sýttar tí tær fella uttan fyri lógina, og 6 vóru sýttar, tí tað var nýtt virksemi, sum stuðulsjáttanin ikki rakk til.
Av 9 umsóknum til annað virksemið vóru 5 játtaðar, allar til verandi virksemi og óskert samanborið við 2005. 2 vóru sýttar tí tær fella uttan fyri lógina, og 2 vóru sýttar, tí tað var nýtt virksemi, sum stuðulsjáttanin ikki rakk til.

3. spurningur er, um tað eru umsóknir, íð lúka stuðulstreytirnar, men kortini ikki fáa stuðul ?

Her er svarið ja, tí talan er um eina stuðulsjáttan við ávísari avmarkaðari játtan. Tá søkt verður um størri upphædd enn játtan er til, kunnu ikki allar umsóknir gangast á møti, og tí er neyðugt at hava greiðar reglar fyri, hvussu skal raðfestast. Hetta er gjørt greitt í lógini, í kunngerðini, og í avgerð frá løgtingsins fíggjarnevnd í samband við eykajáttanina í fjør. Eftir hesum er púra greitt at raðfestast skal soleiðis, at mattænasta, koyri/vitjunartænasta skal raðfestast fremst, síðani dagtilhaldini, og her skal verandi virksemi raðfestast fram um nýtt virksemi. Hvussu nógv verður til nýtt virksemi er tí ein spurningur hvussu langt játtanin røkkur.

4. spurningur er um, hvør hevur tikið avgerð um stuðulsjáttanir og á hvørjum grundarlag?

Her er svarið, at Almannastovan hevur tikið avgerð um stuðulsjáttaninar, við støði í løgtingslóg nr. 46 frá 9. mai 2005 og Kunngerð nr. 160 frá 21. des. 2005, og hevur eisini havt skriv um avgerð hjá Fíggjarnevndini frá 8. juli 2005 í huga.

Ein restupphædd er at býta: Sambært Almannastovuni er ein restupphædd eftir at býta, og er tá møguleiki fyri at nakrar av teimum umsóknum, ið vóru sýttar í fyrsta umfari, kunnu fáa játtað eina minni upphædd. Almannastovan verður liðug við hesa viðgerð í vikuni og boðar tá frá síni endaligu niðurstøðu.